info
Ongi úrslit

Favorittarnir eru á útivølli

info
Eyðun Klakstein
2. juni 2011 kl. 11:33
1. deild: Tey trý ovastu eru greiðir favorittar, tá ið tað í dag verður farið undan næsta triðingin av landskappingini. Seinnapartin er 10. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini á skránni. Kappingin um tey bæði plássini, sum bera uppflyting í bestu deildina við sær, hevur higartil verið millum Suðuroyarfeløgini FC Suðuroy og TB og AB. Í dag eru hesi feløgini á útivølli. FC Suðuroy er á veg til Runavíkar og NSÍ. Tá ið liðini hittust á Vágseiði í 1. umfari vann heimaliðið 3-1. AB riggar til at fara til Sørvágs. Í 1. umfari vann AB á Argjum 9-3 á teimum næstbestu hjá 07 Vestur. TB er á veg í Gundadal, har FC Hoyvík verður vertur á niðara vølli seinnapartin. Tá ið liðini hittust í 1. umfari í Hvalba, vann TB 6-2. Skála fær seinnapartin vitjan av teimum næstbestu hjá HB. Tá ið liðini í 1. umfari hittust í Gundadali, vann HB 4-0. Síðsti dysturin verður í Leirvók kl. 19. Víkingur fær vitjan av EB/Streymi, sum í fyrsta umfari við Margáir vann 3-0 á Víkingi. 10. umfar í dag NSÍ-FC Suðuroy: Rói Jacobsen kl. 15.15 Skála-HB: Dia Lamhauge kl. 15.15 07 Vestur-AB: Bárður Mortensen kl. 15.00 Víkingur-EB/Streymur: Bent Tommy Linklett kl. 19.00 FC Hoyvík-TB: Petur Reinert kl. 15.00 Støðan eftir 9 umfør: FC Suðuroy 23 AB 21 TB 20 NSÍ 15 Skála 13 EB/Streymur 12 FC Hoyvík 10 HB 10 Víkingur 6 07 Vestur 0

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

5 minuttir síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

1 tími síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

1 tími síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

3 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

4 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

5 tímar síðan