David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town megnaðu á fyrsta sinni hetta kappingarárið at vinna ein sigur á útivølli í League Two.
Grimsby vann í dag trivaligan 4-1 sigur á Gillingham.
Harvey Rodgers fekk Grimsby á sigurskós longu í sjeynda minutti, men átta minuttir undan steðginum javnaði Gillingham.
Níggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Iwan Morgan legði Grimsby á odda við einum brotssparksmáli. Níggju minuttir seinni økti Geza til 3-1, tá hann skoraði úr stuttari fjarstøðu. Sjey minuttir seinni staðfesti Sonny Finch sigurin hjá Grimsby.
Grimsby er nummar 11 í deildini við 17 stigum. Teir eru tvey stig frá Chesterfield, ið er á sjeynda plássinum sum gevur Play Off dysti um uppflyting við lokna kapping.
Bæði Sofascore og Flashscore hava Geza sum besta leikaran í dag. Frá Sofascore fær Geza karakterin: 8,3, og frá Flashscore fær Geza karakterin: 8,5 (av 10 møguligum).
Komandi leygardag klokkan 12.30 hevur Grimsby Town dyst á heimavølli móti York City.