Mansliðið hjá H71 hevur framt eitt bragd í European Cup.
Á torførum útivølli niðri í Kroatia megnaði H71 javnleik 30-30 móti Trogir. H71 vann fyrra dystin 34-27, og vinnur sostatt ein samlaðan 64-57 sigur á Trogir. H71 fer sostatt víðari til triðja umfar í kappingini.
Boas Ellefsen á Skipagøtu og Helgi Hildarson Hoydal gingu undan í dag.
Boas skoraði 11 mál upp á 19 málroyndir. Hann legði eisini upp til trý mál, og í einum føri vann hann bóltin í einari álopsstøðu hjá Trogir. Helgi skoraði átta mál upp á 10 málroyndir.
Í steðginum hevði H71 eina 13-11 leiðslu, og byrjaði sostatt seinna hálvleik við einari samlaðari níggjumálsleiðslu.
Í fyrsta umfarinum vann Trogir 25-20 og 34-30 á VÍF. Báðir dystirnir vóru leiktir niðri í Kroatia.