info
Ongi úrslit
Stór mannamúgva í mótmælisgongu í París. Mynd: Sameer Al-Doumy/AFP/Ritzau Scanpix

110.000 mótmæltu í París

Myndarøð: Stórar fólkamongdir fóru í dag á gøturnar í franska høvuðsstaðnum at mótmæla hækkandi livikostnaði og krevja betri almennar tænastur.

Eirikur Lindenskov
24. oktober 2026 kl. 20:59

Við skeltum, fløggum og krøvum um betri kor gingu mótmælisfólk í dag gjøgnum París.

Sambært fronsku løgregluni vóru 110.000 fólk við í høvuðsgonguni. AFP skrivar, at gongan kom fram til málið uttan størri hóvasták, sjálvt tað regnaði.

Mótmælini vóru partur av einum landsumfatandi mótmælisdegi í Fraklandi. Millum luttakararnar vóru fakfelagsfólk, miðnámsskúlanæmingar og lesandi umframt fólk úr rørsluni hjá gulu vestunum.

Ónøgdin snýr seg millum annað um vaksandi livikostnað, brennievnisprísir og støðuna hjá almennum tænastum. Mótmæli hjá miðnámsskúlanæmingum móti vánaligum undirvísingarumstøðum hava verið við til at seta ferð á breiðaru mótmælisrørsluna.

Stór løgreglutilbúgving

Myndugleikarnir høvdu boðað frá, at umleið 70.000 løgreglu- og trygdarfólk skuldu setast inn kring landið fyri at fyribyrgja nýggjum ófriði eftir samanbrestirnar undanfarna vikuskiftið.

Í París vóru bæði løgreglufólk í stríðsbúna og pansað akfør at síggja. Løgreglan forðaði eisini fyri atgongd til ringvegin Périphérique, eftir at mótmælisfólk høvdu roynt at sleppa hagar.

Hóast høvuðsgongan fór friðarliga fram, upplýsti løgreglan í París sambært AFP, at meira enn 3.000 fólk vórðu steðgað og kannað, og at 65 vórðu handtikin í sambandi við mótmælini í høvuðsstaðnum.

Í myndarøðini síggjast løtur frá mótmælunum í París leygardagin 24. oktober.

Keldur: AFP og myndaupplýsingar hjá AFP og Reuters/Ritzau Scanpix.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

6 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

43 minuttir síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

43 minuttir síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

1 tími síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

3 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

4 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

4 tímar síðan
Tíðindi

Springs 2.0 á pall í kvøld eftir steðg í 36 ár

5 tímar síðan
Tíðindi

Russiskt fiski­skip sigldi spaku­liga við før­oysk­an sjókaðal

5 tímar síðan