Fyrr í dag spældu málverjin, Ari í Haraldsstovu Petersen og liðfelagar hansara seinasta dystin í niðara endaspælinum í hesum kappingarárinum.
Á útivølli á Akureyri tapti ÍBV greitt 1-5 fyri KA, ið ikki hevur havt Jóan Símun Edmundsson á vøllinum síðani 21. juni.
KA var á odda 3-1 í steðginum, og í seinna hálvleiki øktu teir tvær ferðir.
ÍBV fekk staðfest niðurflytingina fyri nøkrum vikum síðani, og endaðu teir aftast í deildini við 22 stigum. KA endaði næstaftast við 29 stigum, og teir mugu eisini tungu leiðina niður í næstbestu deildina.