info
Ongi úrslit

Favorittarnir hildu tørn

info
Eyðstein Johannesen
6. juli 2008 kl. 11:50
Favorittarnir gjørdu tað, sum tað varð roknað við, at teir skuldu gera. Í dýrdarveðrinum í gjár vórðu fýra dystir í 1. deild á skránni. Tann fimti í 14. umfari ? tann ímillum HB og EB/Streym ? varð spældur 26. apríl, tá ið HB vann 3-0. VB/Sumba og 07 Vestur vóru undan umfarinum í gjár á tveimum teimum ovastu plássunum. Tað eru tey framvegis eftir sigrar á ávikavíst teimum næstbestu hjá B68 og TB. At tvøramenn taptu í Sørvági ber við sær, at AB við sigri í Leirvík lyfti seg framum TB. Í botninum vann NSÍ stórsigur á KÍ, sum orduliga er steðgað upp og skal ansa sær, tá ið klaksvíkingar leygardagin fara út á Svangaskarð. Í síðsta umfarinum undan summarsteðginum verða bara tríggir dystir á skránni. Tveir dystir í 15. umfari eru longu spældir. 07-Vestur-TB 3-1 Víkingur-AB 1-5 VB/Sumba-B68 4-2 NSÍ-KÍ 6-0 VB/Sumba 37 stig 07 Vestur 34 stig AB 31 stig TB 29 stig HB 16 stig Víkingur 14 stig NSÍ og KÍ 13 stig EB/Streymur 9 stig B68 7 stig TB hevur spælt 16 dystir, VB/Sumba hevur spælt 15 dystir, 07 Vestur, AB, HB, NSÍ, EB/Streymur og B68 hava spælt 14 dystir, og Víkingur og KÍ hava spælt 13 dystir. 15. umfar Leygardagin 12. juli AB-HB TB-NSÍ 6-0 07 Vestur-VB/Sumba B68-KÍ EB/Streymur-Víkingur 0-2

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

5 minuttir síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

1 tími síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

1 tími síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

3 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

4 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

5 tímar síðan