info
Ongi úrslit
© Nicolas Tucat/Ritzau Scanpix
Túsundtals løgreglufólk vóru sett inn at hava tamarhald á mótmælunum í Fraklandi leygardagin. Her eru løgregla og mótmælisfólk í Paris.

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

Nýggir samanbrestir vóru í gjár millum løgreglu og mótmælisfólk í fleiri fronskum býum. Sambært innanríkisráðharranum høvdu myndugleikarnir tó betri tamarhald á støðuni enn vikuna fyri.

Eirikur Lindenskov
25. oktober 2026 kl. 11:17

Tilsamans 1.314 fólk vórðu handtikin í sambandi við mótmæli í Fraklandi í gjár, og 53 løgreglufólk fingu skaða.

Tað upplýsir franska innanríkisráðið í dag sambært tíðindastovuni AFP.

Fyri einari viku síðani mentu mótmæli móti høgum livikostnaði seg til tann ringasta ófriðin í Fraklandi í fleiri ár. Herverk vórðu framd, og handlar vórðu rændir.

Tí vóru myndugleikarnir væl fyrireikaðir til mótmælini hetta vikuskiftið. Tilsamans 70.000 løgreglufólk vóru send á gøturnar kring landið.

Franski innanríkisráðharrin, Laurent Nuñez, segði í gjár, at tað hetta vikuskiftið hevði eydnast myndugleikunum betur at verja millum annað handlar.

Kortini vóru aftur samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk. Sambært AFP brúkti løgreglan táragass í Paris, Marseille, Lyon, Bordeaux, Lille, Toulouse, Montpellier og Nantes.

Undir mótmælunum vikuna fyri vórðu 2.700 fólk handtikin, og fleiri hundrað handlar vórðu rændir.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

22 tímar síðan

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

16 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

26 minuttir síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

1 tími síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

3 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

3 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

5 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

6 tímar síðan
Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

7 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

13 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

15 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

16 tímar síðan