Beint fyri klokkan 19 í gjár fekk løgreglan boð um ein sera ávirkaðan mann, sum gjørdi fortreð á einum bústaði. Hann varð tikin við á støðina og sat har til klokkan fimm í morgun.
Beint fyri klokkan fýra í nátt var ein annar maður til ampa fyri onnur í býarlívinum í Havn. Tá løgreglan fór at tosa við hann, helt hann fram við somu atferð og vildi ikki siga, hvør hann var.
Hann varð handtikin og tikin við á støðina. Maðurin fær bót fyri brot á skilhaldsreglurnar og fyri ikki at upplýsa navn sítt. Hann varð leyslatin klokkan 7.30 í morgun.