Túsundtals fólk savnaðust leygardagin í albanska høvuðsstaðnum Tirana at mótmæla stjórnini. Hetta hendi eftir fleiri dagar við harðligum ófriði í býnum.
Sambært heilsumálaráðnum fingu 13 fólk skaða undir mótmælunum.
Løgreglan skeyt við gummikúlum, meðan summi mótmælisfólk skutu fýrverk eftir løgreglufólkunum.
Síðani miðjan oktober hava javnan verið samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglu í Tirana. Fleiri stjórnarbygningar eru álopnir, og sambært myndugleikunum hava fleiri enn 300 mótmælisfólk og løgreglufólk fingið skaða.
– Vreiðin er stór, segði aktivisturin Sidorela Vatnikaj, sum lýsti rørsluna sum eina kollvelting.
– Hetta snýr seg ikki bara um tey lesandi. Tað snýr seg ikki bara um at verja umhvørvið. Tað snýr seg um rættartrygd og rættarstatin, segði hon.
Nógvir handlar vóru stongdir undan mótmælunum leygardagin. Summir høvdu sett skelti á rimaportur við boðskapum sum: „Brótið einki. Vit eru við tykkum.“
„Nei til harðskap“, „gjøgnumskygni“ og „fólkaræðið er í vanda“ stóð á nøkrum av bannarunum, sum miðnámsskúlalærarar og universitetsprofessorar hildu uppi.
-
©
Byrjaði við hotellverkætlan
Mótmælini byrjaðu í mai ímóti eini marglætishotellverkætlan við sambandi við familjuna hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Granskarar staðfestu í juli, at verkætlanin longu hevði elvt til óbøtiligan skaða á einum higartil órørdum parti av albansku strondini.
Vreiðin um hotellbyggingina er síðani vorðin til eitt breiðari stríð móti korrupsjón. Mótmælisfólkini krevja framvegis, at forsætisráðharrin Edi Rama leggur frá sær.
Rama hevur lagt útlendskar aktørar undir at standa aftan fyri harðskapin og hevur ákært bæði Russland og Iran fyri at spjaða villleiðandi upplýsingar á netinum.
Mótmælisfólkini hava tikið frástøðu frá politisku flokkunum. Tey bera javnan skelti, har bæði Rama og drúgvi andstøðuleiðarin Sali Berisha verða løgd undir korrupsjón.
Fyriskipararnir hava boðað frá nýggjum mótmælum sunnudagin klokkan 13 lokala tíð.
Fleiri enn 1,5 milliónir fólk eru flutt úr Albania, síðani kommunisman fall í 1990-árunum. Nú búgva 2,3 milliónir fólk í landinum.
Ritzau/AFP