Á útivølli móti Erlangen eydnaðist tað ígjár liðnum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel í Arena Nuernberger Versicherung høllini at vinna 36-31 á Erlangen í dysti í týsku Bundesliguni. Í steðginum var Kiel á odda 20-14.
Elias skoraði fimm mál upp á átta málroyndir. Hann hevði eisini góðar fríspælingar til viðleikarar, men teir tóku ikki av í teimum førunum.