Liðið hjá David Geza Turi, Grimsby Town vann trivaligan 4-1 útisigur á Gillingham í League Two.
Harvey Rodgers fekk Grimsby á sigurskós longu í sjeynda minutti við einum dundurskoti. Geza var við í uppspælinum.
Átta minuttir undan steðginum javnaði Gillingham.
Níggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá Iwan Morgan legði Grimsby á odda við einum brotssparksmáli. Geza var við í álopinum, ið førdi til dømda brotssparkið
Níggju minuttir seinni økti Geza til 3-1, tá hann skoraði úr stuttari fjarstøðu. Sjey minuttir seinni staðfesti Sonny Finch sigurin hjá Grimsby aftaná góða fríspæling hjá Geza.