Eitt ferðafólkaflogfar á veg úr Dubai til Tel Aviv varð mikumorgunin beint til Saudiarabia, eftir at tað hevði sent neyðsignal.
Talan er um flogferð FZ1073 hjá Flydubai. Flogfarið neyðlendi á flogvøllinum í Tabuk klokkan 5.44 føroyska tíð.
Sambært flogfelagnum eru øll ferðafólkini trygg. Felagið, sum eigur flogvøllin, upplýsir, at bæði flogskiparin og annar flogskiparin eru fluttir á sjúkrahús.
Frágreiðingar eru um, at slagsmál millum flogskipararnar vóru orsøk til hendingina, men nógv er framvegis ógreitt.
Sendi tvey neyðsignal
Flogfarið varð beint til Saudiarabia umleið tveir tímar eftir fráferðina úr Dubai.
Fyrst sendi tað kotuna 7700, sum er eitt altjóða neyðsignal. Síðani sendi tað kotuna 7500, sum boðar frá møguligari flogræning ella aðrari ólógligari uppílegging.
Flogdátur vísa, at flogfarið misti nógv av hæddini umleið klokkan 5.20 føroyska tíð. Fyrst fór tað 5,2 kilometrar niður, áðrenn tað aftur vann hædd. Síðani fall tað aftur 2,1 kilometrar, áðrenn flogið varð støðugt.
Frásagnir um knív eru ikki váttaðar
Fleiri ferðafólk hava greitt frá, at tey sóu blóð og ein knív. Eisini hava ferðafólk sagt, at annar flogskiparin varð stungin við knívi. Hesar upplýsingar eru enn ikki váttaðar.
Ógreitt er, hvat hendi í stýrhúsinum, hvør møguliga leyp á hvønn, og hvat motivið var. Heldur ikki er upplýst, hvussu álvarsliga flogskipararnir eru skaddir.
Nøvn og tjóðskapur hjá teimum, sum vóru uppi í hendingini, eru ikki upplýst.
Ferðafólk hava eisini sagt, at tveir flogskiparar, sum sótu aftarlaga í flogfarinum, fóru fram í stýrhúsið og lendu flogfarið. Hetta er heldur ikki váttað.
Ritzau byggir yvirlitið á upplýsingar frá BBC, TV 2, Haaretz og Times of Israel.
/Ritzau/