Í septembur byrjaði Maiken Hammer Hansen sum skrivstovufólk hjá Kvívíkar kommunu.
- Maiken er 37 ár, búsitandi í Hósvík, og hevur skrivstovuútbúgving. Hon hevur nógvar royndir innan skrivstovu, bæði hjá tí almenna og privata.
Í Kvívíkar kommunu verður sagt, at í starvinum verður Maiken eitt av andlitunum, sum borgarar og vitjandi hitta, tá tey venda sær til kommununa.
- Hon fer millum annað at taka ímóti borgarum, svara telefon og hjálpa til við ymiskum fyrisitingarligum uppgávum.
Í Kvívíkar kommunu ynskja tey Maiken hjartaliga tillukku við starvinum.