Eftir drúgva tilgongd verður í morgin, leygardagin 19. september, farið undir sjálva byggingina av nýggju kirkjuni á Argjum.
Í hesum sambandi verður hátíðarløta á kirkjustykkinum við Støðlagøtu og Sandá klokkan 14.
Tað verða ikki politikarar ella embætisfólk, sum fáa heiðurin at loysa fyrstu fløgini. Uppgávan er latin Rigmor Andrassen, Henningi Mortensen og Vilhelminu Johansen. Tey eru millum elstu fólk á Argjum og hava øll sitið í kirkjuráðnum.
Fróði Ólason Olsen, formaður í kirkjuráðnum, bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð. Síðani halda Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Annfinn Brekkstein, býráðslimur, røðu. Kvinnubólkurin Tabitha syngur, og eftir hátíðarløtuna verður boðið til kaffi og køku í verandi Argja kirkju.
84 milliónir krónur
Nýggja kirkjan er mett at kosta 84 milliónir krónur, og ætlanin er, at hon skal standa liðug á sumri í 2028.
Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at koma so langt. Serliga staðsetingin við Sandá hevur verið nógv umrødd og hevur elvt til ósemju. Men Fróði Olsen segði við Kringvarpið í gjár, at nú farið verður undir byggingina, eru øll viðurskifti komin upp á pláss.
Fíggingin av nýggju kirkjuni verður býtt millum kirkjuráðið, landið og fólkakirkjuna, sum gjalda hvør sín triðing. Ein partur av eginfíggingini kemur frá søluni av verandi Argja kirkju. Hon er seld Kvinnuhúsinum, sum eftir ætlan yvirtekur bygningin 1. januar 2028.
Byggitíðin hevur verið mett til umleið 22 mánaðir.
Hátíðarløtan í morgin er almenn, og øll eru vælkomin.