info
Ongi úrslit

Nýggj Padelmiðstøð letur upp á Hjalla

Týsdagin 22. september letur nýggja Padelmiðstøðin alment upp á Hjalla. Við fimm vøllum, góðum umstøðum og einum stórum lounge-øki verður talan um Føroya størstu padelmiðstøð.

Eirikur Lindenskov
18. september 2026 kl. 19:27

Padelmiðstøðin hevur fimm vøllir av høgari góðsku – tveir panorama tvívøllir, tveir vanligar tvívøllir og ein einstaklingarvøll. Vøllirnir kunnu bókast hvør sær ella fleiri í senn, eitt nú til kappingar, venjing og fyritøkutiltøk.

– Vit hava lagt stóran dent á at skapa eina padelmiðstøð, har øll kunnu kenna seg vælkomin – bæði tey, sum hava spælt leingi, og tey, sum royna padel á fyrsta sinni. Padel er ein sera sosialur ítróttur, og tí hevur tað eisini verið týdningarmikið fyri okkum at skapa góðar karmar rundan um sjálvt spælið, har fólk kunnu hittast og hugna sær bæði áðrenn og eftir dystin, sigur Teitur M. Gestsson, dagligur leiðari í Padelmiðstøðini.

Padel er ein ketjaraítróttur, sum minnir um eina blanding av tennis og squash. Ítrótturin er lættur at koma í gongd við og hóskar tí væl til bæði byrjarar og royndar spælarar. Tað er eisini lætt at koma í gongd, tí ketjarar og bóltar kunnu lánast ókeypis frá Padelmiðstøðini. Harumframt eru góð skiftirúm við brúsum í hølinum og nógv av parkeringsplássum við Padelmiðstøðina á Hjalla 2.

Ein týðandi partur av nýggju miðstøðini er State Energy Lounge, har gestir kunnu hittast og slappa av áðrenn og eftir dystin. Har ber til at keypa kaldar drykkir og munnbitar frá State Energy, eins og øðrum veitarum, umframt nýmálað Magnkaffi. Eisini eru snøgglig privat høli, sum bólkar og fyritøkur kunnu leiga í samband við leigu á vøllum, har tey hava møguleika at bjóða upp til 50 vitjandi.

Hvør av teimum fimm vøllunum ber navn eftir vallarstuðlunum, sum eru Atlantic Airways, Smyril Line, Nema, Borg og Búsetur.

Til ber at bíleggja tíð á heimasíðuni padelmidstodin.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

23 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

21 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

8 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seyðahundar á hægsta støði

32 minuttir síðan
Tíðindi

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

1 tími síðan
Tíðindi

Norðoyggjar kunnu gerast portur út í rúmdina

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hvussu gongur, Bárður?

2 tímar síðan
Tíðindi

Smyril Line er Ársins Virki 2026

2 tímar síðan
Tíðindi

Ætla at stovna nýtt lungnafelag í Føroyum

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Smyril Line er Ársins Virkið

2 tímar síðan
Tíðindi

List og gransking seta sjóneykuna á veðurlagsbroytingar

3 tímar síðan
Tíðindi

Norrøna Felagið fyllir 75 ár

4 tímar síðan
Tíðindi

Setrið skaffað 2 milliónir til nýggja heilsuútbúgving

4 tímar síðan
Tíðindi

Vegastongsul í miðbýnum vegna vegarbeiði

4 tímar síðan
Tíðindi

Leita eftir heimsins besta varaleiðara

4 tímar síðan