info
Ongi úrslit
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, sum fyri løtu síðani varð kosið Ársins Vriki 2026 á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum

Smyril Line er Ársins Virki 2026

Smyril Line er Ársins Virki 2026. Fyritøkan verður heiðrað fyri góð úrslit, stórar íløgur og miðvísa endurnýgging Smyril Line er Ársins Virki 2026. Tað varð kunngjørt á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag.

Eirikur Lindenskov
18. september 2026 kl. 17:44

Fyri nøkrum árum síðani legði Smyril Line eina greiða langtíðarætlan fyri virksemið. Síðani eru fortreytirnar broyttar fleiri ferðir, men fyritøkan hevur hildið fast í ætlanini og brúkt góðu úrslitini til at endurnýggja og menna virksemið.

Og úrslitini av hesum síggjast nú.

Norröna er dagførd munandi, og íløga er gjørd í tvey nýggj 190 metrar long og grønari farmaskip, sum skulu styrkja flotan. Hotellvirksemið er eisini munandi styrkt. Harumframt eru stórar íløgur gjørdar í nýggjar og betri terminal- og pakkhúsloysnir, virksemið í Íslandi er vaksið, og fleiri nýggjar matstovur eru komnar afturat.

Talan er sostatt ikki um einstakar tillagingar, men um eina breiða endurnýgging av fyritøkuni. Samstundis hevur grundraksturin verið góður, og Smyril Line hevur havt góð fíggjarlig úrslit fleiri ár á rað.

Júst hetta, at fyritøkan hevur megnað at skapa góð úrslit í dag og samstundis gjørt stórar íløgur, sum skulu styrkja felagið fleiri ár fram, hevur vigað tungt hjá dómsnevndini.

Í dag arbeiða nærum 600 starvsfólk hjá Smyril Line, heima og úti, og virksemið røkkur langt út um Føroyar. Men hóast fyritøkan er vaksin og broytt nógv, er útgangsstøðið framvegis tað sama. Heima.

Ein samd dómsnevnd hevur tí valt Smyril Line sum Ársins Virki 2026.

Grundgeving
Her er grundgevingin, sum varð lisin upp á Vinnudegnum, tá ið Smyril Line fekk handað heiðurin:

Nøkur orð hava størri týdning, enn vit kanska hugsa um í gerandisdegnum. Heim er eitt teirra. Heim er tað, vit fara frá, og tað, vit koma aftur til. Tað er tað kenda, tað trygga og tað, vit byggja víðari á.

Men heim er eisini haðani, vit fara víðari. Tað sama kann sigast um eina fyritøku.

Hon hevur eina søgu, nøkur virði og eitt stað, hon kemur frá. Men skal hon halda fram at vera viðkomandi, kann hon ikki bara verja tað, sum longu er bygt upp. Hon má eisini tora at flyta seg.

Ársins Virki 2026 hevur seinastu árini gjørt júst tað.

Fyri nøkrum árum síðani varð ein greið langtíðarætlan løgd fyri virksemið. Nógv skuldi endurnýggjast, og fleiri av teimum stóru avgerðunum máttu takast fleiri ár, áðrenn úrslitið fór at síggjast.

Síðani hevur nógv broytt seg. Kostnaðurin er hækkaður. Krøvini eru vorðin størri. Marknaðir hava verið óstøðugir, og fortreytir, sum sóu rímiliga tryggar út, hava fleiri ferðir flutt seg. Kortini varð hildið fast í tí langsiktaða.

Úrslitini hava verið góð fleiri ár á rað, og støðan uttanlands er styrkt. Men tað, sum dómsnevndin serliga hevur lagt merki til, er, hvat fyritøkan hevur gjørt við hesa styrkina. Hon hevur sett hana aftur í virksemið. Og tað sæst.

Seinastu árini eru karmar víðkaðir og dagførdir í fleiri londum. Virksemið á einum av týdningarmestu útlendsku marknaðunum er vaksið munandi, og her heima eru verandi tilboð dagførd, og nýggj eru komin afturat. Samstundis er eitt stórt arbeiði gjørt fyri at endurnýggja og styrkja sjálvt kjarnuvirksemið.

Hetta eru ikki smáar tillagingar. Tað eru stórar avgerðir, sum saman hava broytt fyritøkuna munandi. Og fleiri av teimum størstu avgerðunum síggjast nú í verki og kunnu mátast í metrum. Tvær teirra eru 190 metrar langar og skulu geva bæði størri kapasitet og munandi lægri orkunýtslu.

Eisini ferðafólkavirksemið er dagført munandi, og á landi eru stórar íløgur gjørdar og framvegis í gongd fyri at skapa betri og størri karmar kring virksemið. So tá ið vit siga, at Ársins Virki hevur fyrireikað seg til framtíðina, er tað ikki bara ein ætlan. Úrslitið er sjónligt.

Tað er júst hetta, sum hevur vigað tungt hjá dómsnevndini: At fyritøkan hevur torað at taka stór stig, meðan grundraksturin samstundis hevur verið góður. Slíkt krevur fíggjarliga styrki.

Men tað krevur eisini álit. Álit frá kundum og samstarvsfeløgum. Álit millum tey, sum taka avgerðir. Og álit á, at ein ætlan, sum verður løgd í dag, eisini kann bera fleiri ár fram.

Álit verður ikki skapt við einum slagorði. Tað kemur við tíðini. Við at gera tað, ein hevur sagt. Við at vera til at líta á. Og við at loysa uppgávurnar, eisini tá ið umstøðurnar ikki eru heilt, sum ein hevði ætlað.

Men einki av hesum hendir av sær sjálvum. Aftan fyri ætlanirnar, íløgurnar og tann vanliga arbeiðsdagin eru fólk. Í dag arbeiða nærum 600 starvsfólk í fyritøkuni, heima og úti. Tey hava ymiskar uppgávur og ymiskar førleikar, men tað eru tey, sum fáa eina stóra og samansetta fyritøku at virka hvønn dag.

Tí tað er eitt at leggja eina góða ætlan. Nakað annað er at fáa hana at rigga ein vanligan mánamorgun. At taka ímóti kundanum. Loysa trupulleikan. Halda skil á smálutunum. Fáa tað, sum skal virka, at virka. Og møta aftur dagin eftir.

Tað er har, nógv av álítinum verður bygt. Spakuliga. Dag eftir dag.

Ársins Virki 2026 hevur megnað bæði at hugsa langt fram og at fáa gerandisdagin at rigga. Tað hevur skapt góð úrslit nú og samstundis framt eina av størstu endurnýggingunum í søgu felagsins. Og hóast virksemið í dag røkkur langt út um staðið, har tað byrjaði, er útgangsstøðið framvegis tað sama.

Heima.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

22 tímar síðan

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

19 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Norðoyggjar kunnu gerast portur út í rúmdina

12 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hvussu gongur, Bárður?

52 minuttir síðan
Tíðindi

Ætla at stovna nýtt lungnafelag í Føroyum

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Smyril Line er Ársins Virkið

1 tími síðan
Tíðindi

List og gransking seta sjóneykuna á veðurlagsbroytingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Norrøna Felagið fyllir 75 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Setrið skaffað 2 milliónir til nýggja heilsuútbúgving

3 tímar síðan
Tíðindi

Vegastongsul í miðbýnum vegna vegarbeiði

3 tímar síðan
Tíðindi

Leita eftir heimsins besta varaleiðara

3 tímar síðan
Tíðindi

Óvanliga nógv kavi í Andesfjøllunum í Kili

3 tímar síðan
Tíðindi

Ress spa er ársins vinnuátak

4 tímar síðan
Tíðindi

Warren Buffett gevst sum nevndarformaður

4 tímar síðan