Tað gongur stútt og støðugt fram ímóti FM heitinum hjá NSÍ.
Í kvøld vóru teir gulu og svørtu í Gundadali, og nú rigga teir til at fara til hús við trimum stigum.
Eiler Rasmussen hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 1-2. Úrslitið ber við sær, at NSÍ fer í landsliðssteðg við 48 stigum, og nú eru tað trý stig frá NSÍ og aftur til KÍ. Og í kvøld batnaði málmunurin hjá NSÍ tvey mál, tá ið sammett verður við fremsta avbjóðaran.
Marius Kryger Lindh setti hol á, tá ið knappir 10 minuttir vóru farnir. Tað var eftir sending frá Jann J. Benjaminsen. Verjuspælið hjá B36 var ikki sannførandi í hesi støðuni, og so varð tað uppaftur torførari hjá B36 málverjanum, tá ið bólturin tók í ein av verjuspælarunum og snýtti Silas Eyðsteinsson.
Spælbýtið var hesa løtuna ikki so ójavnt, og B36 vann risamøguleika at javna, tá ið Jógvan Kárason Gullfoss varð spældur heilt blankur eitt sindur til vinstru. Hann rak ímóti málinum, og heldur enn at spæla upp á tvørs til annan av liðfeløgunum, sum vóru leysir, royndi hann at seta bóltin framvið málverjanum, og so fór bólturin skeivu megin stólpan.
Eftir steðgin var NSÍ meiri á bóltinum, og gestirnir vunnu seg til fleiri støður og málmøguleikar og til seks hornaspørk.
Petur Knudsen skoraði 2-0 málið sjey minuttir eftir steðgin. Tað var við brotssparki, og so sá tað út til, at talan fór at vera um greiðan sigur. NSÍ vann, men at enda var talan um stríð og strev. Tað komst av, at B36 minkaði um munin, tá ið Dávid B. Andreasen í 83. minutti og tíggju minuttir eftir, at hann varð skiftur inn, eitt sindur úr vinstru og flatt smekkaði bóltin í handara síðunetið.
So spenti B36 álopsbogan í botn, og talan var um fleiri spentar støður í báðum endum.
Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð var rómurin stórur og lagið so gott, nú tað av álvara luktar av gulli í NSÍ leguni.