Fyri aðru ferð í ár hava skálamenn eitt stig í viðførinum, nú teir rigga til at fara úr Klaksvík og aftur í tunnilin. Hetta vóru góðir dagar hjá Skála ÍF, sum í gjárkvøldið vann U-21 steypafinaluna.
Úrslitið var 2-2 eftir 2-1 til KÍ í fyrra hálvleiki. Hetta var endurtøka av stigabýtinum, sum tað var fyrr í ár. Á krossmessu endaði tað 0-0 á sama vølli millum hesi bæði feløgini. Hetta var fimta ferðin á rað, at Skála ÍF fór av vøllinum við úrtøku. Skála ÍF hevur í hesum fimm dystunum vunnið níggju stig.
Úrslitið í kvøld ber við sær, at Skála ÍF nú hevur 23 stig. Tað eru fimm stig aftur til 07 Vestur, sum í morgin fer at spæla á útivølli í Sarpugerði, og tað eru seks stig aftur til B68, ið er aftast, og sum í morgin fær vitjan av EB/Streymi, sum hevur 23 stig.
Millum gestirnar er fagnaður um javnleikin, meðan tey í KÍ leguni eru vónbrotin. Javnleikurin ber við sær, at KÍ nú er trý stig aftanfyri NSÍ. Málmunurin hjá KÍ er +24, og hjá NSÍ er hann +21.
Skálamenn fóru púra óimponeraðir til verka. KÍ var fyri tað mesta meiri á bóltinum, men gestirnir lupu aftur og aftur á frammarlaga á vøllinum, og eftir 27 minuttir eydnaðist tað gestunum at leggja seg á odda. Skálamenn vunnu bóltin eitt sindur frammanfyri miðstrikuna í høgru, og tá ið Silas Gaard var komin fram á brotsteigarsamankomingina lyfti hann í bleytum boga bóltin omanfyri KÍ málverjan og í handara síðunetið.
Hjá KÍ hekk nígv tann størsti parturin av álopsspælinum á Jóannesi Kalsø Danielsen og Árna Frederiksberg, og tveir minuttir eftir fyrsta málið javnaði KÍ. Árni Frederiksberg smekkaði við frísparki til úr 24 metrum, og bólturin sigldi omanfyri manngarðin og í nettakið aftanfyri Hans Jákup Arngrímsson, sum annars var stinnur millum stólparnar.
Árni Frederksberg var aftur meistari, tá ið KÍ átta minuttir undan steðginum legði seg á odda 2-1. Nógvar flytingar vóru undir málinum, og so legði hann við hornasparki bóltin flatt fyri føturnar á Jóannesi Kalsø Danielsen, sum av brotsteigarmarkinum setti bóltin flatt í málið.
Eftir steðgin vóru klaksvíkingar framvegis meiri á bóltinum, og tað vóru nógvar spentar støður í brotsteiginum hjá Skála ÍF. Í hinum endanum vóru skálamenn vandamiklir í skjótum mótálopum, og tá ið ein stórur tími var farin, varð tað 2-2. Framrættaði miðvallarin Teitur Poulsen spældi fram til Maxwell Effiom, sum rann seg leysan, áðrenn hann eitt sindur úr vinstru sendi bóltin flatt framvið Mark F. Jensen í KÍ málinum.
Síðsta hálva tíman gekk tað mesta fyri seg í og kring brotsteigin hjá gestunum. Jóannes K. Danielsen í høgru og Jean Carlos De Brito í vinstru vóru í fleiri gjøgnumbrotum og løgdu væl innfyri, men undir málinum eydnaðist tað ikki liðfeløgum teirra at stýra bóltin í netið, og onkra ferðina bjargaðu gestirnir á málstrikuni. Páll A. Klettskarð var ikki á KÍ listanum í kvøld, tí hann var skaddur í fótinum, og tað var øgiligur saknur í honum.
Eftir landsliðssteðgin fer KÍ í Gundadal at spæla ímóti HB, og Skála ÍF fær í kommunuppgerðini vitjan av NSÍ.