Í gjárkvøldið møttu um 170 folk upp til ein fyrilesur, sum varð kallaður, Frá áttamannafari til rúmdarfar – mars, rúmdin og spaceport Norðoyggjar.
Tað vóru tøknu-nørdarnir David Arge Klevang, granskari á DTU-Space og Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, sum eisini er knýttur at Oslo-Universitet, ið greiddu frá gransking á gongustjørnuni, Mars seinastu fimm árini, og um til ber at vísa á, at lív er ella hevur verið á Mars.
Vit sóu spennandi myndir frá landslagnum og sjálvari lendingini, tá ið serbygdi Perseverance rovararin hjá NASA varð settur á gongustjørnina.
Hesi serbygdi bilurin, sum er um 2,5 m breiður og 4-5 m langur, hevur ymsar armar og tól á, ið kunnu máta so mangt.
Man veit, at hitin á Mars er kølnaður frá byrjanini fyri 4,5 mia árum síðan til nú – Nú liggur hitin um 0 til ÷80 stig. Sama er hitin kølnaður yvir langa tíð á jørðini.
Tí hava teir m.a. endurskapt eina mynd, við eitt stórt kratur – ein 40 km í diametur, og á henda hátta gjørt sær hugleiðingar um, hvussu tað einaferð kann hava sæð út við eina stóra tjørn ella heldur eitt vatn – júst har teir valdu at lenda, fyri at granska hetta økið neyvari.
Teir meta, at her hevur verið ein fossur ella á, sum hevur runnið í vatnið og frárenning sjálvandi eisini. Um so er, so eiga teir at finna ymiskar leivdir, sum í dag eru forsteiningar, ið upplunaliga hava verið lívrunnar, so sum vit kenna tað higani av jørðini.
Til endamálið hevur David verið við til at menna eitt tól, sum við laser- og røntgentøkni, kann siga nakað um tilfarið, skotið ella avmyndað verður. Saman hevur Uni Áring verið við til at menna eitt seiskikk-tól, sum skýtur radarabylgjur niður í lendið.
Úr hesum “myndatøkum” ella bygjukanningum ber til at siga nakað um samanrunnað tilfarið og eisini neyvari kanna ymsar partiklar úr boriroyndum, sum gjørdar verða.
Alt hetta lagt tilsamans gevur greiðar ábendingar um, at umstøður fyri lívi á Mars hevur verið og at tær steinrenningar, har eru, eru leivdir frá livandi verum.
Europa skjýtur nógvar rakettir upp bæði í granskaingarhøpi, men ikki minst fyri at betra um samskiftis- og navigatiónsmøguleikar.
Í seinna hálvu av fyrilestrinum, kom David nógv inn á, at Føroyar er eitt áhugavert øki, tí flest allar rakettirnar, sum liggja um 30 m til longdar og viga um 1 tons, verða skotnar norðuryvir norðpólin.
Rakettir bæði frá Onglandi og Shetlandi ferðast beint yvir Føroyum. Tí kundi ein radarastøð her hjálpt teimum væl - sagt teimum frá og styðja teimum í kós og hædd.
Men sanniliga kann Føroyar gerast eitt áhugvert stað at senda rakettir frá, tí her er at kalla “beint út í hav” – Eingin bygging ella fólkatættleiki, um skotið verður norðalaga í Føroyum og norðuryvir, sum vanligt er.
Um so varð, at hetta gjørdist veruleiki, so eru ikki hissini peningur og avleidd vinna sum fylgir við.
ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, var fyri kortur í Grønlandi við einum stórum posa av peningi, ætlaðan til at betra um samskiftismøguleikar víða um í Grønlandi. Her er eisini ætlanin við einum satelitti, sum skal gagna Grønlandi, men sanniliga eisini longur suðuri í Europa.
Kvøldið var sera væl eydnað og komu fleiri spurningar upp at venda.
Kári Sólstein, sum plagar at hava ymsar vísindafrásagnir í KvF, var eisini við og gjørdi eina samrøðu við David og Una í morgun á Varpinum.
Eftir tað lá leiðin niðan í TSK, har Rúni Heinesen, skúlastjóri tók ímóti við einum liði av tøkni-lærarum.
Her høvdu David Klevang og Uni Árting onkur ítøkilig hugskot til uppgávur og frálæru í serligari tøkni, sum teir eggjaðu lærarunum til at taka upp saman við næmingunum.
Eisini vildu teir hjálpa til á ymsan hátt og annars kunna nærri um t.d. hvat DTU-Space tekst við í frálæruhøpi.