Fólk, sum hava lungnasjúkur, og avvarðandi teirra kunnu fáa eitt nýtt felag at savnast um.
Mikukvøldið 23. september klokkan 19 verður kunnandi fundur í hølunum hjá MEGD á Íslandsvegi 10C í Havn. Endamálið er at kanna, um undirtøka er fyri at stovna eitt lungnafelag í Føroyum.
Tað upplýsir Friðrikur Blámar vegna stigtakararnar.
Ætlanin er, at eitt slíkt felag skal arbeiða fyri at bøta um korini hjá fólki, sum liva við lungnasjúkum.
– Vit vóna, at so mong sum gjørligt vilja koma til fundin, so vit kunnu taka støðu til, um grundarlag er fyri at seta eitt lungnafelag á stovn, sum kann arbeiða fyri at bøta um korini hjá teimum, sum hava lungnasjúkur, siga stigtakararnir.
Eitt lungnafelag kann gerast felags rødd hjá fólki við ymiskum lungnasjúkum og samstundis vera eitt stað, har sjúk og avvarðandi kunnu hittast, býta royndir og fáa kunning.
Fundurin er ætlaður bæði fólki við lungnasjúkum og avvarðandi teirra.
Meira kunning um tiltakið fæst á Facebook-vanganum hjá MEGD.