Ein maður varð handtikin í gjárkvøldið, tá hann av onkrari orsøk valdi sær sjálva politistøðina í Havn at gera herverk á. Hann breyt fleiri rútar, millum annað rútarnar í hvøuðsinngongdini og tveir av stóru rútunum í móttøkuni á politistøðini á vestaru síðu á bygninginum.
Maðurin var sum vera man handtikin, meðan hann framdi illgerðina.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur í morgun, at maðurin brúktið »eitt tilvirkað amboð« at bróta rútarnar við.
Maðurin var ikki ávirkaður av rúsdrekka ella rúsevnum. Hann situr í framvegis í varðhaldi í brummini á politistøðini og skal avhoyrast seinni í dag. Løgreglan veit ikki enn, hvat motiv maðurin hevði fyri at gera seg inn á politistøðina.
-
©