info
Ongi úrslit
Fólk, sum koyrdu um hesar leiðir tíðliga í kvøld, sóu ein lýsandi bil væl úti á vatninum, mest sum í ein útnyrðing úr Presthólmi, sum eisini sæst á myndini

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

Tá bilførarin koyrdi út av byggiplássinum hjá SEV í grótbrotinum norðanfyri bygdina á Sandi, koyrdi hann beint út av vegnum og endaði í Sandsvatni

Vilmund Jacobsen
30. september 2026 kl. 23:37

Tað plagar at vera kajakkir - ella jollur - sum tú sært í góðveðri á Sandsvatni, men í kvøld var øðrvísi.

Fólk, sum koyrdu um hesar leiðir tíðliga í kvøld, sóu ein lýsandi bil væl úti á vatninum, mest sum í ein útnyrðing úr Presthólmi.

Bilurin bæði fleyt og lýsti, og hann fleyt eina góða løtu, áðrenn hann sakk úti á vatninum.

Tíbetur var eingin fólkaskaði.

Tað var ein útlendingur, sum koyrdi bilin, ið var ein arbeiðsbilur.

Tá bilførarin koyrdi út av byggiplássinum hjá SEV í grótbrotinum norðanfyri bygdina á Sandi, koyrdi hann beint út av vegnum og endaði í Sandsvatni.

Bilførarin slapp tíbetur óskalaður út úr bilinum.

Bæði løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið komu á staðið. Bilurin fleyt eina góða løtu, men sakk at enda.

In.fo skilir á fólki, sum vóru um hesar leiðir í kvøld, at ljósini á bilinum lýstu framvegis, tá hann fór undir - við gronini fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

13 minuttir síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

36 minuttir síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

1 tími síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

2 tímar síðan
Tíðindi

Næstan eitt árs avfall eftir 37 tímum

2 tímar síðan
Tíðindi

Putin: - Russland fyrireikar seg ikki til kríggj móti Evropa

3 tímar síðan
Tíðindi

Gøtubrá fer út um landoddarnar

3 tímar síðan
Tíðindi

14.414 fólk við Oyggja­leiðu­num hjá SSL í heyst­frí­tíðini

3 tímar síðan
Tíðindi

Roðin vil gera kommunurnar demensvinarligar

4 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

4 tímar síðan
Tíðindi

Monet-málningur setti sølumet í París

5 tímar síðan