info
Ongi úrslit

Norsk prinsessa og mað­ur henn­ara krevja yvir hálva milliard

Märtha Louise prinsessa og maður hennara, Durek Verrett, hava stevnt fleiri fólkum í USA fyri ærumeiðing og brot á avtalur um trúnað.

Eirikur Lindenskov
5. oktober 2026 kl. 22:29

Norska prinsessan Märtha Louise og maður hennara, Durek Verrett, hava lagt sak í USA móti fleiri fólkum, sum áður stóðu Durek Verrett nær.

Tað váttar umboðið hjá prinsessuni, Carina Scheele Carlsen, fyri norska miðlinum VG.

Tey stevndu eru ein fyrrverandi unnusta hjá Durek Verrett, ein hálvsystir, eitt fyrrverandi umboð og ein fyrrverandi vinur. Harumframt fevnir málið um tíggju onnur fólk ella partar, sum ikki eru nevnd við navni í rættarskjølunum.

Málið snýr seg í høvuðsheitum um ærumeiðing og brot á avtalur um trúnað.

Sambært VG siga hjúnini í skjølum, sum eru latin rættinum í Los Angeles County, at eitt tilvitað álitisbrot er orsøkin til sakarmálið.

Tey hava tilsamans sett fram krøv um endurgjald á meira enn 80 milliónir dollarar. Tað svarar til umleið 533 milliónir danskar krónur.

VG ger tó vart við, at nøkur av krøvunum kunnu fevna um tað sama. Verður hædd tikin fyri hesum, kann samlaða kravið kortini vera umleið 208 milliónir krónur.

Amerikanski advokaturin hjá hjúnunum, Richard Roth, sigur við VG, at almenningurin í fleiri ár hevur dømt umdømið hjá teimum. Nú skulu fakta roynast í rættinum.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

AB er føroyameistari í U21-deildini hjá monnum

1 minuttur síðan
Tíðindi

Nýggj gongu­brúgv um Gøtu­gjógv boðin út

7 minuttir síðan
Tíðindi

KJ handað nýggja tvíkilju

20 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Frakland og Italia vunnu

36 minuttir síðan
Tíðindi

Navnakapping: Hvussu skal nýggja røktarheimið á Stórubrekku eita?

1 tími síðan
Tíðindi

18 ára gamal deyður í bussvanlukku í Svøríki

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava tvey fólk á vakt í Vágum

2 tímar síðan
Tíðindi

Stjørnur til mótasýning í París

2 tímar síðan
Tíðindi

Í dag er altjóða læraradagur

3 tímar síðan
Tíðindi

Dýri biði­dagur skal aft­ur verða halgi­dagur í Danmark

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj barnabókavirðisløn: Barnabókavirðisløn Føroya Lærarafelags

4 tímar síðan
Tíðindi

Kongur tók ímóti løgmanni á Amalienborg í dag

4 tímar síðan