info
Ongi úrslit

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Ein spildurnýggjur elruskbilur fór í morgun mannleysur á rull oman eftir Rosságøtu á Argjum

Eirikur Lindenskov
2. oktober 2026 kl. 09:36

Tað hendi eingin fólkaskaði, tá ein av spildurnýggju elruskbilunum hjá Landleiðini um hálgvum áttatíðina í morgun fór mannleysur á rull oman eftir Rosságøtu á Argjum, sum er brekkan millum Argjavegin í neðra og Traðagøtu omanfyri.

Men stórur materiellur skaði var. Óhappið hendi, tá tey vóru í ferð við at savna rusk inn á Argjum. Bilurin stóð mannleysur ovast í gøtuni, tá hann av onkrari orsøk fór á rull. Bilurin rendi í ein garð longri niðri í gøtuni, fór tvørtur í gjøgnum tveir betonggarðar áðrenn hann rakti næstniðastu húsini og skoraðist fastur millum húsini og trøini í garðinum. Tá hevði hann rullað einar 80 metrar mannleysur oman gjøgnum gøtuna.

Her við ovastu húsini í Rosságøtu á Argjum stóð ruskbilurin, tá hann fór á rull. Heppið var tað, at hann fór heilt oman á Argjavegin, tí tá hevði skaðin óiva verið munandi størri

– Tað var ein ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull, segði bilførarin, tá in.fo hitti hann á staðnum.

Enn er ikki greitt, hví óhappið hendi ella hvussu stóran skaða bilurin hevur fingið.

Landleiðin vann í fjør útboðið at savna rusk inn í Tórshavnar kommunu, og í gjár tók sáttmálin við. Hetta er tí annar dagurin, at hesin elbilurin hevur verið til arbeiðis at savna rusk, so tað sigur seg sjálvt, at tað kemur illa við hjá nýggja veitaranum hjá Tórshavnar kommunu.

Landleiðin hevur keypt sjey elruskbilar. Fimm eru komnir, tveir skulu koma afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

45 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

1 tími síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

1 tími síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

1 tími síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

2 tímar síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

2 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

4 tímar síðan
Tíðindi

Næstan eitt árs avfall eftir 37 tímum

4 tímar síðan
Tíðindi

Putin: - Russland fyrireikar seg ikki til kríggj móti Evropa

5 tímar síðan