info
Ongi úrslit
Fyri fyrstu ferð hevur Beinir Johannesen, løgmaður, alment tikið ein landsstýrismann av ræði. Tað gjørdi hann í kvøld, tá hann segði, at føroyska sendistovan í Tel Aviv í Ísrael ikki verður niðurløgd, soleiðis sum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen annars ætlar

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Bárður á Steig Nielsen hevur gjørt beint ímóti boðum frá løgmanni, tá hann gjørdi av at niðurleggja sendistovuna í Ísrael

Eirikur Lindenskov
3. oktober 2026 kl. 19:18

Beinir Johannesen, løgmaður, váttaði í Kringvarpinum í kvøld tað, sum Bill Justinussen hevur sagt við Sosialin um, at Fólkaflokkurin als ikki tekur undir við avgerðini hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkismálum, um at steingja føroysku sendistovuna í í Tel Aviv í Ísrael.

– Hetta er ikki avtalað í samgonguni. Hann hevur ikki fingið grønt ljós frá Fólkaflokkinum, segði Bill Justinussen við Sosialin.

Hann sigur seg heldur ikki hava vitað av ætlanini undan framløguni fíggjarlógini mikudagin

– Vit hava tikið undir við Moskva og London, men ikki Tel Aviv, sigur hann.

– Ein samdur tingbólkur í Fólkaflokkinum stendur aftanfyri. Hetta er í allar hægsta grad eitt hjartamál hjá Fólkaflokkinum, segði Bill Justinussen við Sosialin.

Hann segði, at tað telur eisini við, at nógvir ísraelsvinir eru í Føroyum, og at stuðulin til Ísrael hevði stóran týdning, tá sendistovan varð stovnað. Hann lýsir ísraelsfólk sum »Guds útvalda fólk«.

Samstundis heldur hann, at sendistovan hevur styrkt bæði diplomatisk og handilslig sambond. Sambært Bill Justinussen er útflutningurin til Ísrael øktur munandi, síðani sendistovan lat upp, og hann væntar, at hann kann vaksa meira.

– Tað er eitt heilt ófatiliga skeivt signal at senda júst í hesum døgum, segði Bill Justinussen við Sosialin.

Lesið eisini: Bill mótmælir: Tel Aviv er ikki avtalað í samgonguni

Og okkurt bendir á, at tingfólk hava tosað saman tvørtur um floks- og samgongumørk, tí Jenis av Rana tyktist rættiliga sannførdur, tá hann gav Bárði á Steig Nielsen eina hóttan á Facebook eftir framløguna av fíggjarlógini mikudagin:

»Nei, sendistovan í lovaða landinum fer ongan veg, men hvat hendir við landsstýrismanninum í uttanríkismálum er ein góður spurningur.

Paulus royndi á sinni at stríðast við Hin Alvalda. Ávaringin, hann fekk var: 'Tað verður tær hart at sparka móti oddinum (áp.s. kap. 26. ø.14)'«

Nú er greitt, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum er settur upp á pláss. Beinir Johannesen, løgmaður, hevur tikið hann av ræði og sigur við útvarpið, at føroyska sendistovan í Ísrael verður ikki niðurløgd.

Løgmaður segði eisini við útvarpið, at hann hevur sagt hetta við Bárð á Steig Nielsen bæði áðrenn og aftan á framløguna av løgtingsfíggjarlógini. Tað merkir, at Bárður á Steig Nielsen visti hetta, tá hann legði fíggjarlógaruppskotið fram mikudagin.

So er spurningurin, um Bárður á Steig Nielsen góðtekur tað ella ikki. Tað reisir so spurningin í hóttanini hjá Jenisi av Rana, tí tað er løgmaður, sum ræður. Sigur løgmaður, at sendistovan ikki verður niðurløgd so verður hon ikki niðurløgd, uttan so, at ein meiriluti í Løgtinginum tekur løgmann av ræði og samtykkir við lóg, at sendistovan skal niðurleggjast. Tað kunnu vit siga við rættiliga stórari vissu ikki fer at henda.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

16 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

5 minuttir síðan
Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

34 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

41 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

59 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

3 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

5 tímar síðan