Uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2027 er fyrsta mál á dagsskránni, tá Løgtingið kemur saman í morgun klokkan 10.
Talan er um fyrstu viðgerð av uppskotinum, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fram 30. september.
Sambært uppskotinum verða inntøkurnar hjá landskassanum 8.076,8 milliónir krónur og útreiðslurnar 8.038,3 milliónir. Tað gevur eitt ætlað avlop upp á 38,5 milliónir krónur. Raksturin er settur til 7.457,7 milliónir og løgur og løgukendar útreiðslur til 580,6 milliónir. Les umrøðuna á in.fo.
Rakstrarátøk og nýggjar raðfestingar
Landsstýrið hevur lagt rakstrarátøk fyri umleið 80 milliónir krónur inn í uppskotið. Millum ætlanirnar eru lægri játtan til sendistovuvirksemi og at leggja Nám, Undirvísingarstýrið og Sernám saman.
Samstundis verða 66 milliónir krónur settar av til Kampus-ætlanina, og landsstýrið ætlar at betra um lestrarstuðulin og raðfesta Erasmus+.
-
©
Ein onnur ætlan er at hækka markið fyri arbeiðsinntøku hjá pensjónistum, áðrenn mótroknað verður, úr 61.900 krónum upp í 300.000 krónur. Broytingin skal eftir ætlan koma í gildi 1. juli 2027.
Sambært Fíggjarmálaráðnum kostar hon umleið 25 milliónir krónur næsta ár. Verður hon samtykt, minkar ætlaða avlopið úr 38,5 niður í 13,5 milliónir krónur. Les fráboðanina hjá Fíggjarmálaráðnum.
Havnargjøld hava elvt til mótmæli
Ein av ætlanunum, sum hevur elvt til atfinningar, er uppskotið hjá Jacobi Vestergaard um at frítaka Strandfaraskip Landsins fyri havnar-, brúgva- og vørugjøld í kommunalu havnunum.
Talan er um eina fylgilóg til fíggjarlógina. Landið sparir umleið sjey milliónir krónur, meðan kommunurnar missa samsvarandi inntøkur.
Av teimum góðu 7,1 milliónunum krónum í gjøldum í yvirlitinum fyri 2026 fær Tórshavnar Havn nærum sjey milliónir. Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, hevur mótmælt ætlanini og heitt á løgtingslimir um at steðga henni. Tað sama hevur borgarstjórin í Havn, Elsa Berg, gjørt í lesarabrævi.
Vinnumálaráðið grundgevur við, at fólka- og farmaflutningurin hjá Strandferðsluni hevur týdning fyri alt landið. Les meira um havnargjøldini.
Miðlastuðulin lækkar
Á mentanarøkinum verða flestu føstu játtanirnar varðveittar ella hækkaðar í krónum. Játtanin til leiklist hækkar við 1,4 milliónum, meðan filmsstuðulin stendur í stað á 6,6 milliónum krónum.
Miðlastuðulin lækkar hinvegin úr 4,9 milliónum krónum niður í 4,5 milliónir. Samstundis verður arbeitt við at broyta stuðulsskipanina, so stuðulin verður latin sum rakstrarstuðul og staðbundin stuðul. Les umrøðuna av mentanarjáttanunum.
Útreiðsluvøksturin undir luppinum
Í kjakinum um uppskotið hevur Bjarni Djurholm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, eisini sett spurnartekin við vøksturin í almennu rakstrarútreiðslunum.
Í einum lesarabrævi á in.fo vísir hann á, at rakstrarútreiðslurnar sambært hansara uppgerð eru vaksnar umleið 50 prosent frá 2019 til uppskotið fyri 2027, meðan inntøkurnar eru vaksnar umleið 38 prosent. Les viðmerkingina hjá Bjarna Djurholm.
Í dag fáa tingfólk høvi at taka støðu til høvuðslinjurnar í uppskotinum og seta orð á, hvørjar broytingar tey vilja hava gjørdar í fíggjarlógini fyri komandi ár.