info
Ongi úrslit

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

Tvey fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp í rundkoyringini á kaiini í Havn.

Eirikur Lindenskov
3. oktober 2026 kl. 11:05

Tveir bilar stoyttu saman í rundkoyringini á kaiini í Havn beint eftir fótbóltsdystin í gjár.

Tá ein stoytkoddi (airbag) varð loystur út, ringdi bilurin sjálvvirkandi til alarmsentralin og boðaði frá óhappinum.

Sambært vaktleiðaranum var bilførarin ørkymlaður og fekk ikki greitt frá, hvat var hent. Eitt annað fólk kom tó til og kundi greiða alarmsentralinum frá, at tveir bilar vóru stoyttir saman.

Tvey fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan upplýsir ikki nærri um møguligan fólkaskaða.

Fyrr um dagin, um hálvgum fýra tíðina, var eisini eitt ferðsluóhapp í Hvannasundi. Har bremsaði ein bilur, og aftasti bilurin í einari røð við trimum bilum koyrdi í bilin frammanfyri.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

14 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tekniskar avbjóðingar við vatninum við Gjógv

1 minuttur síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

26 minuttir síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

1 tími síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

2 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

2 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

5 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy mátti lúta fyri Berg­en í steypa­kapp­ingini

6 tímar síðan