Hendingin fór fram um fimm-tíðina leygarnáttina, og ringt varð eftir sjúkrabili.
Annar maðurin hevði brotið sær knæið. Løgreglan fór undir at kanna málið í gjárkvøldið.
Enn er ikki greitt, hvat nágreiniliga er hent. Sambært løgregluni kann tað vera trupult at fáa greiðu á slíkum málum, tí fólk ofta hava verið so ávirkað, at tey ikki minnast hendingina nóg væl.
Málið verður kannað sum eitt møguligt harðskapsmál.
Hassj í lummanum
Í einum øðrum máli steðgaði løgreglan einum bili í Suðuroy klokkan 8.30 í gjáramorgunin.
Tveir menn vóru í bilinum. Annar teirra hevði hassjblanding í lummanum og varð skuldsettur fyri brot á rúsevnislógina.