info
Ongi úrslit

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

Løgtingskvinna vil hava greiðu á, um politiið kann lata vera við at taka eitt alment kent lógarbrot upp, tí eitt aðalráð ikki hevur biðið um tað

Eirikur Lindenskov
4. oktober 2026 kl. 23:14

Hví tekur Føroya Politi ikki málið um gongugjald á Slættaratindi upp av sínum eintingum?

Tað vil Liljan Weihe, løgtingskvinna, hava svar upp á. Hon hevur sett ein skrivligan fyrispurning um lógarhandhevjing hjá Føroya Politi til Ríkisumboðið.

Bakgrundin er gjaldið, sum verður kravt frá ferðafólki fyri at ganga upp á Slættaratind.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Liljan Weihe á, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í einum fyrri svari hevur staðfest, at tað ikki er lógligt at taka gjald frá ferðafólki, tá eingin ítøkilig tænasta fylgir við gjaldinum.

Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett fram fyrispurningin

Sambært løgtingskvinnuni hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at hann ikki ætlar at taka ítøkilig stig í málinum, men fyrireikar eitt uppskot um at broyta lógina.

Hon vísir eisini til Dag og Viku 21. september, har Michael Boolsen, fúti, varð endurgivin fyri at siga, at politiið einki ger við gjaldið, uttan at fáa eina áheitan frá Vinnumálaráðnum.

– Tað er sera undranarvert, at politiið ikki tekur eitt alment kent lógarbrot upp av egnum ávum, men ger tað treytað av einari áheitan frá einum aðalráði, skrivar Liljan Weihe.

Hon leggur dent á, at galdandi lóg skal virðast og handhevjast á sakligum grundarlagi og eins fyri øll.

– Ein ætlan um at broyta lógina kann ikki í sjálvum sær vera grundgeving fyri, at hon ikki verður handhevjað, meðan hon er í gildi, skrivar hon.

Liljan Weihe setur tríggjar spurningar. Hon vil vita, um tað er vanlig mannagongd hjá Føroya Politi og politinum aðrastaðni í ríkinum at lata vera við at taka eitt alment kent lógarbrot upp, um viðkomandi myndugleiki ikki heitir á politiið.

Hon spyr eisini, um tað kann hava týdning fyri avgerðina hjá politinum, at ráðharrin á málsøkinum ikki ynskir, at lógin verður handhevjað, ella ætlar at broyta hana.

At enda vil hon hava svar upp á, um Føroya Politi skal taka sjálvstøðuga støðu á sakligum og løgfrøðiligum grundarlagi til at taka stig í einum máli, uttan mun til, um eitt føroyskt aðalráð hevur heitt á politiið.

Fyrispurningurin er dagfestur 30. september og verður settur umvegis Ríkisumboðið, tí Føroya Politi er ríkismyndugleiki og hoyrir undir danska løgmálaráðharran, Nicolai Wammen.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Gunnar Vatnhamar er klárur til 90 minuttir aftrat

3 minuttir síðan
Fótbóltur

Højlund tryggjaði Danmark týðandi sigur

54 minuttir síðan
Tíðindi

Netanyahu krevur trygd­ar­kann­ing eftir álop í flogfari

1 tími síðan
Fótbóltur

ÍBV tapti stórt men liggur enn til at vinna bronsu

1 tími síðan
Tíðindi

USA tekur øll síni bumbuflogfør heim av flogstøð í Bretlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Koyrdi ávirkaður og uttan koyrikort

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark vann og Noreg tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Trý val­evni á odda í Bosnia-Herse­govina

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rannvá Olsen og liðfelagarnir koppaðu oddaliðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Maður breyt knæið eftir bardaga

3 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg vann seg trygt víðari í European League undankappingini

4 tímar síðan
Tíðindi

Bakkafrost rakt av KT-álopi

4 tímar síðan