info
Ongi úrslit

29 ára gamal er skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

Tilsamans 14 veiðifólk vóru samlað á staðnum, tá Martin Braadland fór at skjóta, og løgreglan hevur váttað, at hin 29 ára gamli hevði eitt hvørt samband við veiðifólkini

Martin Braadland hevur áður verið partur av veiðiliðnum. Hann hevur vápnaloyvi, men hevur í 2026 ikki havt veiðirættindi
Vilmund Jacobsen
5. oktober 2026 kl. 23:35

Faðir og sonur, Bjørn Rune Engebretsen og Per-Ove Engebretsen, vórðu skotnir og dripnir í Halden í Noregi, og 29 ára gamli, Martin Braadland, hevur viðurkent, at hann drap teir báðar.

Norskir miðlar hava nú almannakunngjørt nøvn og mynd av manninum, sum skeyt og drap, og tað er maðurin á myndini omanfyri.

Hendingin fór fram tíðliga sunnumorgunin og sum skilst, vóru menn í holt við at fara á veiðiferð saman, tá hin 29 ára gamli møtti upp og byrjaði at skjóta við riflu.

Fleiri vitnir vóru til óhugnaligu hendingina. Martin Braadland hevur játtað seg sekan, men sigur, at hann vil ikki lata seg avhoyra av løgregluni.

Ein triði maður í 40-árunum varð eisini raktur av skotum, og hann varð fluttur á sjúkrahús, álvarsliga løstaður.

Faðir og sonur, sum vórðu staðfestir deyðir á staðnum, vóru ávikavist 72 og 47 ára gamlir.

Martin Braadland er skuldsettur fyri bæði drápini, og hann er eisini skuldsettur fyri drápsroynd móti einum ella fleiri fólkum.

- Martin sýtir fyri at greiða løgregluni frá hendingini og hevur ístaðin latið løgregluni eitt skriv, har hann viðurkennur drápini og at hava løstað ein triðja.

Tað hevur verjuadvokaturin hjá honum, Ole Richard Holm-Olsen, sagt við tv2.no.

Tilsamans 14 veiðifólk vóru samlað á staðnum, tá Martin Braadland fór at skjóta, og løgreglan hevur váttað, at hin 29 ára gamli hevði eitt hvørt samband við veiðifólkini.

- Tað er óvanligt, at tv2 eyðmerkir skuldsetta við navni og mynd so tíðliga í tilgongdini av kanningararbeiðnum.

Men, miðilin vísir á, at málið er serliga álvarsligt, og at hendingin fór fram uttandura við fleiri vitnum og skuldsetta.

- Í síni skrivligu frágreiðing hevur maðurin navngivið allar tríggjar menninar, sum hann skeyt - uttan at løgreglan hevði nevnt nøvnini fyri honum, veit tv2.no at siga.

Hjá norsku løgregluni er tað tí sera týdningarmikið at finna út av, um maðurin visti, hvønn hann skeyt - ella um nøvnini á teimum trimum komu eftir ógvusligu hendingina.

Í skrivinum til løgregluna hevði Martin Braadland eisini skrivað, hvat slag av vápni hann brúkti, og hvar hann hevði fingið vápnið.

Sum skilst á tv2.no heldur løgreglan, at hendingin snýr seg um eitt stríð, men løgreglan vil ikki siga nakað um, hvat eitt møguligt stríð millum skuldsetta og aðrar á veiðiliðnum snýr seg um.

Tv2.no veit at siga, at hin 29 ára gamli áður hevur verið partur av veiðiliðnum. Hann hevur vápnaloyvi til tvey vápn, men hevur í 2026 ikki havt veiðirættindi.

Áðrenn løgreglan kom á staðið sunnumorgunin, hevði Martin Braadland lagt skotvápnið frá sær og aðrir, sum vóru á veiðiliðnum, hildu eyguni við honum, til løgreglan kom.

- Hví hann legði vápnið frá sær, er ein partur av kanningararbeiðnum, sum vit í løtuni ikki vilja gera viðmerkingar til, sigur Henriette Evensen hjá norsku løgregluni við tv2.no.

Seinnapartin í dag er skuldsetti fyribils fongslaður í fýra vikur við bræva-og vitjunarforboði.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Eyðun Klakstein fer eftir øllum trimum stigunum

54 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Kasakstan hevur eina lítla favorittstøðu móti Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj gongu­brúgv um Gøtu­gjógv boðin út

2 tímar síðan
Fótbóltur

AB er føroyameistari í U21-deildini hjá monnum

2 tímar síðan
Tíðindi

KJ handað nýggja tvíkilju

2 tímar síðan
Tíðindi

Norsk prinsessa og mað­ur henn­ara krevja yvir hálva milliard

2 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Frakland og Italia vunnu

2 tímar síðan
Tíðindi

Navnakapping: Hvussu skal nýggja røktarheimið á Stórubrekku eita?

3 tímar síðan
Tíðindi

18 ára gamal deyður í bussvanlukku í Svøríki

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava tvey fólk á vakt í Vágum

4 tímar síðan
Tíðindi

Stjørnur til mótasýning í París

4 tímar síðan
Tíðindi

Í dag er altjóða læraradagur

5 tímar síðan