Føroyar og Bretland hava tikið eitt nýtt stig fyri at styrkja politiska samstarvið millum londini.
Í gjár undirskrivaðu Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og Lord Wood of Anfield, bretskur ráðharri í uttanríkismálum við ábyrgd fyri Evropa, eitt nýtt samstarvsskjal í Tinganesi.
Skjalið skal skapa grundarlag fyri einum víðkaðum samstarvi millum londini á fleiri týðandi økjum.
Millum hesi eru handil, trygd og mótstøðuføri, hav og fiskivinna, veðurlag og orka, flutningur, fjarskifti, gransking, útbúgving og mentan.
Vitjar Vørn í dag
Vitjanin hjá bretska ráðharranum heldur fram í dag.
Á skránni er millum annað vitjan hjá Vørn, sum hevur ábyrgd av føroysku sjóverjuni og fleiri týðandi uppgávum í føroyskum sjóøki.
Bretski ráðharrin skal eisini vitja Krígssavnið og Atlantic Airways.
Harumframt skal hann leggja krans við Minnisvarðan í Viðarlundini í Havn til minnis um føroyingar, sum lótu lív á sjónum undir seinna heimsbardaga.
Bretland ein týðandi samstarvspartur
Bárður á Steig Nielsen vísir í tíðindaskrivi frá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum á, at Bretland er næsta grannaland Føroya og hevur stóran týdning sum samstarvspartur.
Við nýggja samstarvsskjalinum vilja londini menna samstarvið á teimum økjum, har tey hava felags áhugamál.
Samstarvið um trygd og mótstøðuføri er serliga áhugavert í einari tíð, har trygdarpolitiska støðan í Norðuratlantshavi hevur fingið vaksandi altjóða uppmerksemi.
Nýggja skjalið er ein yvirskipaður karmur fyri samstarvið. Tað er ikki í sjálvum sær ein nýggj hernaðar- ella verjuavtala.
Á vitjanini í Føroyum skal bretski ráðharrin eisini hitta løgmann.