info
Ongi úrslit

Grundøki í Nes kommunu til sølu til íbúðarbygging

Nes kommuna lýsir við hesum tvey grundøki til sølu til íbúðarbygging.

Eirikur Lindenskov
27. november 2026 kl. 21:30

Talan er um tvey grundøki “undir Høganesi” á Toftum, sum eru ávikavist 1.894 og 5.070 m2. Ognirnar kunnu seljast samlað, ella verða sundurdeildar eftir ynski og uppskoti frá tilboðsgevara, skrivar Nes kommuna.

Prísurin er kr. 275 m2.

Ognirnar liggja sambært byggisamtyktini í A2 øki, sum er miðstaðarendamál - íbúðir.

Sølan er skipað soleiðis, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir. Tilhoyrandi parkering og nøktandi loysnir fyri uttanumøkið og fríøki er partur av loysnini.

Tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan leggur eisini dent á, at byggingin fer at taka seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í vakra landslagið.

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi.

Fyrispurningar viðvíkjandi sølutreytunum/útbjóðingini kunnu setast Anfinni í Toft, tekniskum leiðara á tlf. 565011 ella á teldupost [email protected]. Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til Anfinn í Toft.

Freistin at lata inn skrivlig boð er mánadagin tann 1. mars 2027, kl. 12:00

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fyrr og nú

8 minuttir síðan
Tíðindi

At ganga plankan út

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Reisigildi á Listasavni Føroya

1 tími síðan
Tíðindi

Zamar gevur út jólasangin „Jólakvøld“

1 tími síðan
Tíðindi

Marcus & Martinus á Summar Festivalin

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan
Tíðindi

Lat tað Vera jól

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú kunnu vit panta sodavatn og vín á sama stað

2 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus var næstbesti málskjúttin hjá Mors-Thy

2 tímar síðan
Tíðindi

Íverkseti á Fair Isle fingið stóra viðurkenning

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvar gekk tín leið?

3 tímar síðan
Fótbóltur

U19-kvinnurnar livdu upp til favorittleiklutin

3 tímar síðan