info
Ongi úrslit

Haldføri! – á fíggjarlógina og í lummanum

Grímur Sundstein
25. mars 2026 kl. 12:20

Síðan valið varð útskrivað, hevur bensin prísurin [14.64 kr./ltr.] umsíður yvirhálað mjólkaprísin. Tíverri fyri brúkaran er mjólkaprísurin ikki lækkaður.

Bensinprísurin er so høgur, tí landskassin kraddar sær 6 kr av hvørjum lituri.

Meðan almenn umsiting bara bólgnar, mugu vanligir borgarar stramma buksubeltið bæði so og so. Nakrar av okkara yndisvørum, t.d. Kaffi [27%], sukur, sjokolata og góðgæti [13%] eru dýrkaðar nógv hetta valskeiðið.

Afturat hesum koma øll avgjøldini, sum sosialistiska samgongan annaðhvørt hevur hækkað ella lagt afturat. Bert hugflogið setur sínar avmarkingar á avgjaldsøðina.

Fólkaflokkurin vil hava haldføri aftur á fíggjarlógina og í lumman hjá tær.

Ítøkilig dømir, sum skulu gera tað lættari og liviligar hjá føroyingum, eru at:

  • Innføra avgjaldssteðg, so vit ikki leggja fleiri byrðar á fólk.
  • Javna skattaskipanina í tráð við prís- og lønarvøksturin, so at vit ikki økja skattatrýstið.
  • Geva kommunum heimmild at hækka botnfrádráttin.

Hetta eru átøk, sum skulu geva fólki meira pening eftir skatt [t.e. í lumman], so borgarin fær størri keypiorku uttan at tað ávirkar kappingarførið í vinnuni. Um búskaðurin fravegis skal vera stinnur, mugu vit fáa kappingarførið aftur á hillarnar.

Frá halli til haldføri

Búskapuin er framvegis stinnur, men landskassin bløðir.

Vinnan livir, yvirlivir og mennist bert, um hon sleppir at tæna øðrum. Lat vinnuna [t.e. vinna og vinnulívs- og starvsfólk] royna at baka breyðini størri og at økja búskapin fyri at metta flest munnar.

Vinstavendir politikarar vilja skera breyðið, ið onnur baka, í flísar og býta molarnar javnt ímillum sínar veljarar.

Vinsrtravendir politikarar skapa eingi nýggj virði og vælferð til allar føroyingar. Tað ger bert fría vinnulívið, um tað fær loyvi og bestu umstøður at virka og skapa nýggj virði. Lat vinnuna sleppa til verka.

Skulu vit tryggja framtíðina, mugu vit fáa javnvág á landskassan, soleiðis at inntøkurnar aftur vaksa skjótari enn útreiðslurnar.

Fólkaflokkurin, vil at umsitingin av almenna rakstrinum skal vera skynsamari og effektivari.

Vit vilja:

  • Gera bygnaðarbroytingar, soleiðis at tú fært betri tænastur fyri færri pengar.
  • Vit vilja bjóða almennar tænasturveitingar út til privat at reka, so vinnan ikki bert skapar vælferð, men eisini í størst møguligan mun kann umsita og veita hana.
  • Harafturat vilja vit innføra fíggjarpolitiskt reglurverk og tillga føroyska lóggávu til føroysk viðurskifti, so vit fáa meira fyri hvøja skattakrónu, vit taka frá tær.

Vit vilja hava pengarnar ’niður á gólvið’, so tú fær meira vælferð og ikki meira umsiting av vælferð

X við A

Vel Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin

 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump hevur søguliga lága undirtøku

26 minuttir síðan
Tíðindi

Byggisamtykt á Argjum verður broytt – nú er almenn hoyring

1 tími síðan
Fótbóltur

Petur Knudsen var besti leikarin í august

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj farmaleið umvegis Vágs havn

1 tími síðan
Tíðindi

Uppskotið var at byrja í ár – hvar bleiv um­koyr­ing­ar­veg­ur­in av?

3 tímar síðan
Tíðindi

Illgruni um val­svik: 223.000 svi­ar kanska á um­val

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

4 tímar síðan
Tíðindi

Blindur og rúsaður maður koyrdi 240 kilometrar

4 tímar síðan
Tíðindi

Danmark: NATO skal hava størri ábyrgd av trygdini í Arktis

5 tímar síðan
Tíðindi

Partabrøv í Grønlandi fóru til himmals eftir nýggja USA-avtalu

6 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til Víking og tvey stig til 07 Vestur

6 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðaøkið á Lygnnesi boðið út av nýggjum

6 tímar síðan