info
Ongi úrslit

AGGRASOPPAR útgeva nýtt kasettuband

Dagfinn Olsen
26. november 2026 kl. 23:05

AGGRASOPPAR spæla við núið

NÚSTALGIA granskar longsulin eftir núinum. Søgan verður fortald úr sjónarmiðnum hjá stuttlivdum insektum, sum, eins og menniskju, eru noydd til at liva eftir treytunum hjá hesum gátuføra fyribrigdinum, ið vit kalla tíð. NÚSTALIGA er triðja og mest ambisjøsa útgávan hjá AGGRASOPPUM.

Triðja plátan hjá AGGRASOPPUM er ein útgáva við 18 skeringum, ið ber heitið NÚSTALGIA. Orðið spælir við hugtakið nostalgia, ið merkir longsul eftir tí farna. Hetta hugtak verður sett inn í ta livandi løtuna, har tað umskapast til longsulin eftir sjálva núinum, meðan tað fer fram. Henda filosofiin verður miðlað gjøgnum sjónarmiðið hjá insektum, ið fáa høvið at siga sínar søgur, sum ganga fyri seg í einum skroypiligum veruleika uttan framtíð ella fortíð; har finst bara tað nakna núið.

Útgávan er eitt kassettuband og kann eisini keypast talgilt við download kotu, ið gevur tær tónleikin beint á telduna. Hetta kann skiljast sum eitt mótmæli ímóti stroymingarmentanini í dag, har hvørki tónleikari ella lurtari veruliga eiga nakað, tí at alt er til láns, meðan tær stóru stroymingartænasturnar fáa yvirskotið. AGGRASOPPAR vilja kuta millumliðin, so at sambandið millum lurtara og tónleikara er beinleiðis og óspilt.

Kassettubandið verður útgivið 26. november 2026 við stórslignari teaturkonsert í Norðurlandahúsinum, sum AGGRASOPPAR skapa í samstarvi við samtíðardansibólkin RIVA.

Menniskju hava altíð leitað fram eftir tí næsta ella longst aftur til tað farna, men í okkara samtíð vindur hetta upp á seg. Ferðin økist, vit planleggja longri og longri fram í tíð og skrolla gjøgnum gomul minni í royndini at halda fast í tí farna. Tað er hendan gongd, ið bólkaranir viðgera í nýggja verkinum og seta spurnartekin við førleikan at yvirhøvur verða til í núinum. Eisini viðgerða tey valdsójavna, náttúruoyðing og primitivar tráanir.

Báðir listabólkar arbeiða við kollektivum skapanartilgongdum og arbeiða við tí poetiska í menniskjans tilveru, men á hvør sín hátt – umvegis samtíðardans og tónleik/tekst. Pallverkið verður gjørt í tøttum samstarvi við Villiam Soo Joensen, Jón Sonna Jensen og Vinjari Egilsnes Petersen. Teir luttaka við ábyrgd fyri ávíkavíst ljós-, búna-og pallsniðgeving og ljóðtøkni. Í sýningini verður avantgarda undirgrundin samantvunnin við fólksligu listina og gevur pláss fyri kaos, tí ljóta, sárbæra, absurda og menniskjaliga.

Eitt verk fult av “Nústalgi” – einum longsli eftir at verða í núinum.

Sýningar eru 26.- 28. novembur í Norðurlandahúsinum. Les meira her.

Útgivið 26. novembur 2026 av Plátufelagnum Tutl

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Siri Hustvedt um at velja eitt lív við list og bókmentum

7 minuttir síðan
Hondbóltur

Danmark vann á Niðurlondum - spæla móti Føroyum leygardagin

22 minuttir síðan
Tíðindi

At ganga plankan út

24 minuttir síðan
Tíðindi

Jóla- og familjukonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri

1 tími síðan
Hondbóltur

Fram vann triðja dystin á rað - HK tapti

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit standa saman við íslendsku tjóðini í sorgini

1 tími síðan
Hondbóltur

Champions League: Hákun vann og Óli tapti

1 tími síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

1 tími síðan
Tíðindi

Vinnarin av First Lego League kappast í Danmark

2 tímar síðan
Fótbóltur

Golden League: Stórtap við nøkrum góðum avrikum

2 tímar síðan
Tíðindi

Varastjóri við læknafakligari bakgrund settur í Sjúkrahúsverkinum

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum

2 tímar síðan