info
Ongi úrslit

Jóla- og familjukonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri

Dagfinn Olsen
26. november 2026 kl. 22:35

Leygardagin 5. desember og sunnudagin 6. desember bjóðar Føroya Symfoniorkestur ungum sum eldri til stórbæru jóla- og familjukonsertirnar í Norðurlandahúsinum.
Føroya størsta jólaorkestur fer at spæla vakrar jólatónar, og bæði føroyskur og útlendskur jólatónleikur er á skrá. 

Jóla- og familjukonsertirnar verða hildnar í samstarvi við Føroya Musikkskúlaskipan. Her fáa musikkskúlanæmingar høvi at royna seg saman við teimum bestu tónleikarunum í landinum.
Jákup Dahl Wardum fer at leiða áhoyarar gjøgnum konsertina.

Solistar
Solistar hesa ferð eru Sólja Ellen Rye, ið spælir violin, og Ásgerð Stenberg Olsen, ið spælir tvørfloytu. Tær báðar framføra ávikavist Méditation og Romance in Db opus 37 eftir fronsku tónaskøldunum Jules Messenet og Camille Saint-Saëns.

Stórt barna- og ungdómskór
Barna- og ungdómskórini, sum luttaka á konsertini í ár, eru Stella, Aurora og Ungdómskórið úr Tórshavnar Musikkskúla, Barnakórið í Musikkskúlanum í Vágum og Barnakórið í Nes Sóknar Musikkskúla. Sangararnir eru millum 10 og 18 ár.

Kórleiðarar eru Katrin á Borg Johannesen, Joanna Johansen, Ásbjørn Berthelsen, Sigrið Sivertsen og Marjun Wolles.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
Solistar: Sólja Ellen Rye, violin, og Ásgerð Stenberg Olsen, tvørfloyta
Frásøgufólk: Jákup Dahl Wardum

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Fram vann triðja dystin á rað - HK tapti

30 minuttir síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit standa saman við íslendsku tjóðini í sorgini

45 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League: Hákun vann og Óli tapti

1 tími síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

1 tími síðan
Tíðindi

Vinnarin av First Lego League kappast í Danmark

1 tími síðan
Fótbóltur

Golden League: Stórtap við nøkrum góðum avrikum

1 tími síðan
Tíðindi

Varastjóri við læknafakligari bakgrund settur í Sjúkrahúsverkinum

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær markant­ar rødd­ir í danska út­lend­inga­kjaki­num til Føroya

2 tímar síðan
Tíðindi

Leirvíkartunnilin stongdur í nátt.

2 tímar síðan
Tíðindi

Koyrilíkindini: Upp í 36 m/s

2 tímar síðan
Tíðindi

Íslendingar vilja hava nýggja ali­lóg sam­tykta í vetur

3 tímar síðan