info
Ongi úrslit

Vinnarin av First Lego League kappast í Danmark

Leygardagin verður danska finalan í First Lego League, og liðið, sum vann føroysku kappingina, er í dag á veg til Danmarkar. Tað eru næmingar úr 6.E í Skúlanum á Fløtum, sum eru á liðnum »Koyr á Blá«. Saman við Regini W. Dalsgaard hava tey ment eina app til at skráseta innræsnar plantur.

Dagfinn Olsen
26. november 2026 kl. 21:35

Fyrst í november var føroyska kappingin í First Lego League, har omanfyri 40 lið úr øllum landinum tóku lut.

Vinnandi liðið, Koyr á Blá, og næstbesta liðið, Alchemilla úr Eysturskúlanum, eru boðin til Danmarkar til finaluumfarið millum Danmark, Føroyar, Ísland og Grønland, og í dag hildu Koyr á Blá avstað.

Trupulleikin við innræsnum plantum
Evnið, sum tey hava arbeitt við, er innræsnar plantur í Føroyum, ið er ein støðugt vaksandi trupulleiki. Garðaskøruna hava helst øll hoyrt um, men fá munnu vita, at vakra Apublóman ár um ár troðkar bæði sólju og gloym-meg-ei burtur. Eisini eru plantur sum Loðið Hóvblað og Fuchsia farnar at breiða seg - og aðrar plantur við.

Innræsnu planturnar ávirka bæði plantumargfeldi, smákykt og fuglalív. Einki samlað yvirlit er yvir skrásetingar í Føroyum. Men saman við Regini W. Dalsgaard hava næmingarnir ment eina app til at skráseta innræsnar plantur. Hon er sera løtt at nýta, og hon kann savna alla skráseting í landinum, sum í løtuni er spjadd út á ymsar, lokalar skipanir.

Í skundi hava næmingarnir nú umsett alt tilfarið til danskt, so tey skuldu vera klár til finaluna í Danmark nú leygardagin.

Tey hava fingið góðan fíggjarligan stuðul frá fleiri føroyskum stovnum og fyritøkum, so ferðin kundi gerast møguleiki.

Á liðmyndini eru frá vinstru: Annfinn, Ragna, Ria, Tóri, lærari, Mia, Óluva Lín, Gundur, varastjóri á Skúlanum á Fløtum, Heiðrún, Felix og John Brynjer.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Champions League: Hákun vann og Óli tapti

2 minuttir síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

6 minuttir síðan
Fótbóltur

Golden League: Stórtap við nøkrum góðum avrikum

32 minuttir síðan
Tíðindi

Varastjóri við læknafakligari bakgrund settur í Sjúkrahúsverkinum

47 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum

57 minuttir síðan
Tíðindi

Tvær markant­ar rødd­ir í danska út­lend­inga­kjaki­num til Føroya

1 tími síðan
Tíðindi

Leirvíkartunnilin stongdur í nátt.

1 tími síðan
Tíðindi

Koyrilíkindini: Upp í 36 m/s

1 tími síðan
Tíðindi

Íslendingar vilja hava nýggja ali­lóg sam­tykta í vetur

2 tímar síðan
Tíðindi

Brot á fiskivinnulóggávu: Trý framvegis varðhaldsfongslað

2 tímar síðan
Tíðindi

Elsa Berg váttar: Javn­að­ar­flokk­ur­in koyrdur á dyr

3 tímar síðan
Tíðindi

Lúka brotnaði – 19 minuttir seinni var Jökull sokkin

3 tímar síðan