info
Ongi úrslit

Champions League: Hákun vann og Óli tapti

Füchse Berlin tryggjaði sær fyrstu stigini í millumumfarinum

Heri Á. Simonsen
26. november 2026 kl. 21:50

Bæði føroyingaliðini vóru í leiki í millumumfarinum í Champions League í kvøld.

Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin tryggjaði sær fyrstu stigini í millumbólki 1 við 33-29 heimasigri á MT Melsungen í Max Schmelling høllini í Berlin. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 18-15.

Hákun var effektivur. Hann skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir. Hákun vann eisini í eina førinum bóltin frá Melsungen, tá teir vóru í álopi.

Füchse Berlin er saman við MT Melsungen aftast í millumbólki 1 við tveimum stigum.

Komandi hósdag klokkan 17.45 hevur Füchse Berlin aftur dyst á heimavølli, tá franska stórliðið, Paris Saint Germain kemur á vitjan.

Í millumbólki 2 stríddust Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG manniliga móti oddaliðnum, Barcelona á útivølli. Leingi gav GOG Barcelona ein skarpan gang, og tað var ikki fyrrenn seinastu løtuna, at Barcelona dróg frá GOG. Dysturin endaði við 35-28 (17-16) sigri til Barcelona.

Óli skoraði fýra mál upp á níggju málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál.

GOG hevur enn fyrsta stigið til góðar í millumbólki 2.

Komandi hósdag klokkan 17.45 hevur GOG dyst á heimavølli móti Kielce.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

9 minuttir síðan
Tíðindi

Vinnarin av First Lego League kappast í Danmark

20 minuttir síðan
Fótbóltur

Golden League: Stórtap við nøkrum góðum avrikum

35 minuttir síðan
Tíðindi

Varastjóri við læknafakligari bakgrund settur í Sjúkrahúsverkinum

50 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki og liðfelagarnir tóku ikki av málmøguleikunum

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær markant­ar rødd­ir í danska út­lend­inga­kjaki­num til Føroya

1 tími síðan
Tíðindi

Leirvíkartunnilin stongdur í nátt.

1 tími síðan
Tíðindi

Koyrilíkindini: Upp í 36 m/s

1 tími síðan
Tíðindi

Íslendingar vilja hava nýggja ali­lóg sam­tykta í vetur

2 tímar síðan
Tíðindi

Brot á fiskivinnulóggávu: Trý framvegis varðhaldsfongslað

2 tímar síðan
Tíðindi

Elsa Berg váttar: Javn­að­ar­flokk­ur­in koyrdur á dyr

3 tímar síðan
Tíðindi

Lúka brotnaði – 19 minuttir seinni var Jökull sokkin

3 tímar síðan