Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti í kvøld.
Á útivølli á Akureyri vann liðið hjá Dánjali Ragnarssyni, Fram 34-27 á Þór. Í steðginum var Fram á odda 16-11. Dánjal, ið hevur havt ein longri skaðasteðg var noteraður fyri eitt upplegg til mál.
Talan var um triðja sigurin á rað hjá Fram, ið er nummar seks við 12 stigum fyri 12 dystir.
Á útivølli í aðrari høll á Akureyri, KA Heimilið tapti liðið hjá Trúgva Hávardssyni greitt 25-36 fyri KA, ið var á odda 20-14 í steðginum.
Trúgvi skoraði trý mál upp á sjey málroyndir. Hann legði eisini upp til tvey mál og vann liðnum eitt brotskast.
HK er næstaftast í deildini við seks stigum.
Í annaðkvøld klokkan 19.30 tekur liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur móti Selfossi í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.