info
Ongi úrslit

Hálvonnur millión frá Team Rynkeby

Á samkomu á Reinsarínum leygardagin 24. september avdúkaði Trygvi Kallsoy, liðskipari, upphæddina, sum Team Rynkeby Føroyar hevur savnað inn seinasta árið.

Eirikur Lindenskov
27. september 2022 kl. 23:17

Úrslitið gjørdist 1.480.000 krónur. Peningurin verður brúktur til gransking og sum stuðul. Høvuðsendamálið við innsavningini er at stuðla gransking, og grunnurin hevur veitt stuðul til tvær granskingarverkætlanir, harav onnur er liðug.

1,23. mió. krónur fara til børn við álvarsligari sjúku. Team Rynkeby Føroyar hevur øll árini havt tætt samstarv við Krabbameinsfelagið. Tey fyrstu árini stuðlaðu vit børnum við krabbameini, men seinnu árini er grunnurin víðkaður til eisini at fevna um børn við álvarsligari hjarta- og lungnasjúku. Fyri at halda rakstarútreiðslunum so lágum sum gjørligt, verður grunnurin umsitin av Krabbameinsfelagnum. Hetta hevur havt við sær økt samstarv við onnur sjúklingafeløg sum Hjartafelagið og Cystisk fibrosufelagið. Føroysk børn við krabbameini fara til Danmarkar í viðgerð, og tí fær Børnecancerfonden eisini ein part av stuðlinum.

Sál, sorg og saknur er hin høvuðsbólkurin, og 250.000 kr eru tillutaðar hesum bólki. Tað eru nógv børn og ung, sum hava upplivað sorg og sakn, tí at foreldur, systkin ella vinfólk eru deyð. Berin varð stovnaður fyrst í hesi øldini og hevur gjørt eitt megnar arbeiði við sjálvhjálparbólkum, og tí valdu vit fyri nøkrum árum síðani eisini at veita stuðul til teirra arbeiði. Tíverri eru eisini nógv børn og ung, sum av ymiskum orsøkum hava ilt í sálini. Tískil hava vit eisini valt at stuðla Sinnisbata, so tey hava betri ráð til at skipa fyri samrøðubólkum v.m. okkara børnum og ungu at frama.

Vit í Team Rynkeby Føroyar takka hjartaliga øllum, sum hava stuðlað innsavningini og arbeiði okkara seinasta árið.

 

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

23 tímar síðan

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

17 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ungdómurin í Vest­manna ger gamla hand­il­in hjá John til ræðslu­hús

20 minuttir síðan
Tíðindi

14 grundstykki tøk í Skop­un – prís­ir frá 176.400 krónum

32 minuttir síðan
Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

4 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

4 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

6 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

7 tímar síðan
Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

8 tímar síðan