Hóskvøldið 29. og fríggjakvøldið 30. oktober verður gamla gula handilshúsið hjá John gjørt um til eitt ræðsluhús.
Ungdómarnir hava sjálvir gjørt lutir og annað tilfar, sum verður brúkt í ræðandi søgugongdini. Nakrir av teimum elstu ungdómunum fara eisini at hava leiklutir.
Atgongumerkið kostar 50 krónur. Fýra fólk sleppa inn í senn, og opið verður bæði kvøldini frá klokkan 18 til 21.