info
Ongi úrslit

U19 EM: Føroyar eru risastórir favorittar móti Andorra

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar U19 - Andorra U19

Mynd: FSF
Heri Á. Simonsen
27. november 2026 kl. 08:15

Seinnapartin klokkan 15 spælir føroyska U19-kvinnulandsliðið á Tórsvølli annan dystin í EM-undankappingini í bólki 4 í Ligu B.

Dysturin verður móti Andorra, ið tapti 0-2 fyri Ukraina í fyrsta umfarinum. Føroyar leiktu javnt 2-2 móti Litava í fyrsta umfarinum.

Bert tríggjar altjóða veddingarfyritøkur bjóða odds upp á dystin millum Føroyar og Andorra, og tær hava allar tríggjar Føroyar sum risastóran favoritt.

Tann eina veddingarfyritøkan, Bettson trýr so nógv upp á føroyskan sigur, at tey nokta at lata odds upp á føroyskan sigur. Hinar báðar, 1xBet og Megapari bjóða 1,04 í oddsum upp á føroyskan sigur. Bettson bjóðar 36,00 í oddsum upp á andorianskan sigur, meðan 1xBet og Megapari bjóða 26,00 í oddsum upp á andorianskan sigur. Allar tríggjar veddingarfyritøkurnar bjóða 15,00 í oddsum upp á javnleik.

Føroysk landslið mugu læra seg at avrika við einari favorittstøðu. Áður hevur tað mangan víst seg at vera tyngjandi fyri føroysk landslið at vera í leiklutinum sum favorittur.

U19 EM: Føroyar eru risastórir favorittar móti Andorra

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grót og grús stongdu Fjøruvegin í Leirvík

2 minuttir síðan
Tíðindi

Koyrdi 91 har hámarkið er 60

25 minuttir síðan
Tíðindi

Handtikin fyri at mótmæla kirkjubygging á Argjum

52 minuttir síðan
Hondbóltur

TMS Ringsted knógvaði týdningarmikið stig á útivølli

2 tímar síðan
Hondbóltur

Samandráttir frá dyst­um hjá før­oy­inga­lið­um í Champions League

8 tímar síðan
Tíðindi

Kalas útgevur sítt fyrsta jólalag

8 tímar síðan
Tíðindi

Siri Hustvedt um at velja eitt lív við list og bókmentum

8 tímar síðan
Hondbóltur

Danmark vann á Niðurlondum - spæla móti Føroyum leygardagin

9 tímar síðan
Tíðindi

At ganga plankan út

9 tímar síðan
Tíðindi

AGGRASOPPAR útgeva nýtt kasettuband

9 tímar síðan
Tíðindi

Jóla- og familjukonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri

9 tímar síðan
Hondbóltur

Fram vann triðja dystin á rað - HK tapti

10 tímar síðan