info
Ongi úrslit

HB meistararnir hava sett nýtt met

Nú er NSÍ best fyri í kappingini um silvurkrónurnar

info
Jóannes Hansen
21. oktober 2018 kl. 16:57
Tað gekk, sum tað hevur gjørt alt hetta kappingarárið, tá ið HB hevur verið partur av tøttum toppuppgerðum. Leingi stóð tað á jøvnum – 1-1 – í grannauppgerðini í Gundadali. Men síðstu løtuna megnaði HB at skora tvey mál. Harvið vann HB 3-1, og undan síðsta umfari hevur HB 70 stig. Tað er nýtt met. B36 átti gamla metið við 67 stigum. Tá ið HB leygardagin fær gullkrónur og FM steyp, verður tað eftir heimadyst ímóti Víkingi. HB hevur møguleika at vinna 73 stig. Tað er framúr úrtøka, sum tað er ilt at ímynda sær, at tað skal bera til at taka. NSÍ vann 3-0 í Sarpugerði. Úrslitið ber við sær, at NSÍ nú er favorittur at vinna silvurkrónurnar. Í síðsta umfari skal NSÍ spæla á heimavølli ímóti KÍ. Klaksvíkingar eru undan síðsta umfari á bronsuplássi, og KÍ vinnur silvurkrónurnar, um tað leygardagin eydnast at vinna í Runavík. Í dag vann KÍ síðsta heimadystin í ár 3-1 ímóti Suðringum, sum dygst undan steðginum javnaðu til 1-1. Fyrstu løtuna eftir steðgin var KÍ sera ágangandi, og tá eydnaðist tað at skora tvey mál. Tapið á heimavølli í dag ber við sær, at B36 datt aftur á fjórða pláss. B36 skal í síðsta umfari spæla á Skála, og nú ber tað ikki til hjá steypavinnarunum í B36 at vinna seg hægri í landskappingini enn á bronsuplássið. Orsaka av vánaligum veðri varð avlýst í Sørvági, har EB/Streymur var gestur hjá 07 Vestur og á Argjum, har Skála var gestur hjá AB. Tað er avgjørt, at útsetti dystirnir verða spældir týsdagin klokkan 16.30. http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1 KÍ – Suðringar 3-1 (1-1) 1-0: Jóannes Bjartalíð 1-1: Pape Mamadou Faye 2-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen 3-1: Páll A. Klettskarð Víkingur – NSÍ 0-3 (0-2) 0-1: Petur Knudsen 0-2: Árni Frederiksberg br 0-3: Klæmint A. Olsen B36 – HB 1-3 (0-1) 0-1: Ari Mohr Olsen 1-1: Meinhard E. Olsen 1-2: Jógvan Skeel Nolsøe 1-3: Símun Samuelsen 07 Vestur - EB/Streymur Útsettur til týsdagin klokkan 16.30 AB - Skála Útsettur til týsdagin klokkan 16.30
HB 26 23 1 2 56 17 70
NSÍ 26 16 4 6 61 23 52
KÍ 26 16 3 7 47 23 51
B36 26 15 5 6 53 32 50
Víkingur 26 11 6 9 38 35 39
Skála 25 7 5 13 26 34 26
Suðringar 26 7 4 15 26 42 25
EB/Streymur 25 4 8 13 27 48 20
07 Vestur 25 5 1 19 27 67 16
AB 25 4 3 18 12 51 15
27. umfar Leygardagin 27. oktober EB/Streymur - AB NSÍ - KÍ Skála - B36 HB - Víkingur Suðringar - 07 Vestur

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

5 minuttir síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

1 tími síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

1 tími síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

3 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

4 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

5 tímar síðan