info
Ongi úrslit

HB og EB/Streymur í finaluni

info
Jóannes Hansen
23. februar 2013 kl. 17:31
Hóast eingin dystur enn er spældur í landskappingini í ár, so verður HB av mongum roknað at vera favorittur at vera millum fremstu avbjóðararnar hjá meistarunum í EB/Streymi. Hvussu styrkismunurin millum EB/Streym og HB er knappar tvær vikur undan kappingarbyrjan fæst at vita í morgin, tá ið finalan í Klaksvíkskappingini verður. Í góðveðrinum í Klaksvík vann EB/Streymur fyrr í dag tryggan 4-1 sigur á KÍ, og nú hevur HB vunnið 4-2 á ÍF. Talan var leingi um rættuliga tætta uppgerð. Hanus Thorleifsson, sum í vetur er fluttur úr HB og til ÍF, legði ÍF framum í 1. hálvleiki eftir fríspæling frá nýggja vongverjanum í høgru Leivur Joensen. Støðan helt sær, inntil tað restaði eitt korter. Tá fór at ganga skjótt við málskjótingini. Christian R. Mouritsen javnaði til 1-1, miðverjin Gunnar Haraldsen stútaði eftir horna HB framum 2-1, men ÍF svaraði aftur, tá ið vinstri vongverjin hjá ÍF, Hendrik Rubeksen, sum í vetur er fluttur úr HB og til ÍF, javnaði til 2-2. So var tað HB liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, sum gjørdi munin. Hann skoraði bæði til 3-2 og 4-2. Harvið er greitt, at KÍ og ÍF skulu spæla um triðja plássið, og at EB/Streymur og HB skulu spæla finalu í Klaksvík í morgin.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

4 minuttir síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

1 tími síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

1 tími síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

3 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

4 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

5 tímar síðan