Yvirskriftin var hendan: "Kósin er ikki haldfør – og má rættast"
Tá eg sá tilmælini fyri, hvat skuldi til fyri at rætta kósina, so hevði eg eina góða kenslu av kósini, samgongan longu hevur sett.
Búskaparráðið mælir til:
• at gera íløgur í lestarumhvørvi og gera átøk á bústaðarøkinum, so ung fólk velja Føroya til.
• at seta eitt fíggjarpolitiskt regluverk í verk, ið ásetur hvussu stóran útreiðsluvøkstur, tað almenna kann hava.
• at hækka pensjónsaldurin í takt við, at miðal livialdurin veksur.
• at vit gera rakstrarsparandi íløgur.
• at gera nýskipanir, har útreiðslurnar lækka.
Samgongan hevur longu sett sær fyri at fremja øll hesi átøkini.
So nú ræður um at halda hesa kósina og samstundis føra ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk. Soleiðis tryggja vit samfelagið frameftir.
Beinir Johannesen, løgmaður