info
Ongi úrslit

Bólkur 5 - Nýggja kunngerðin eigur at bøta um umstøðurnar hjá útróðrinum – ikki gera tær verri

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag
26. november 2026 kl. 09:32

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag (SÚF) hevur sent landsstýrismanninum í fiskivinnumálum sítt hoyringarsvar til uppskotið um nýggja kunngerð fyri bólk 5A og 5B.

Felagið fegnast um, at landsstýrismaðurin leitar eftir loysnum, sum eru útróðrarvinnuni til

frama. Men millum útróðrarmenn, serliga í bólki 5B, er stór stúran fyri avleiðingunum av

fleiri av teimum ætlaðu broytingunum.

Royndirnar seinastu árini vísa, at tað serliga er í bólki 5B, at fiskidagar hava manglað. Vandin

við uppskotinum er, at hesin trupulleiki gerst enn størri.

SÚF hevur tí mælt landsstýrismanninum til fylgjandi broytingar:

1. Avreiðingarmarkið eigur í mesta lagi at vera 300.000 kr.

Eitt mark á 500.000 kr. er ov høgt, serliga fyri snellubátarnar. Hartil kann tað gerast trupult

hjá einum báti í bólki 5B at røkka markinum, tá fiskidagarnir ganga undan, áðrenn árið er

liðið.

2. Inntøkumarkið á 350.000 kr. eigur at verða strikað

Inntøkumarkið kann hava við sær, at fleiri virknir útróðrarbátar verða fluttir úr bólki 5A niður

í 5B. Hetta økir um trýstið á fiskidagarnar hjá 5B. Harumframt verður skipanin tyngri at

umsita, og vandi er fyri, at reglurnar verða umgingnar.

3. Fiskidagarnir eiga at verða rætt býttir frá ársbyrjan

SÚF mælir frá einum føstum býti á 60/40 millum bólkarnar. Heldur eigur

rokningargrundarlagið fyri bólk 5A at verða lækkað úr 110 niður í 80 dagar fyri hvønn bát.

Serliga markaðu dagarnir til 5B eiga at verða varðveittir.

Útróðrarmenn eiga ikki ár eftir ár at skula bíða eftir politiskum avgerðum um at flyta

fiskidagar millum bólkarnar.

4. Avmarkingin á 50 prosent fyrra hálvár eigur at verða strikað

Várróðurin hevur stóran týdning fyri bólk 5B. Vandin er, at fiskidagarnir ganga undan, júst tá

fiskiskapurin er bestur. Útróður er treytaður av veðri, árstíð og fiskiskapi – ikki

álmanakkanum.

5. Betri gagnnýtsla av fiskidøgunum

SÚF mælir til, at avreiðingar undir 150 kg ikki telja sum ein nýttur fiskidagur í bólki 5B, so

leingi fiskidagar eru eftir í bólkinum. Soleiðis kunnu vit sleppa undan, at heilir fiskidagar

verða nýttir til avreiðingar av nøkrum fáum fiskum.

Tá fiskidagarnir eru uppi, skal hetta undantakið falla burtur.6. Niðurskurðurin í fiskidøgum eigur at verða tikin aftur

Niðurskurðurin á 20 prosent í 2024 og 10 prosent í 2025 er ein týðandi orsøk til, at fiskidagar

mangla. SÚF mælir til, at niðurskurðurin í 2024 verður tikin aftur, og at farið verður aftur til

semjuna um umsitingarætlanina frá 2021.

Harumframt eigur bólkur 5 at fáa somu møguleikar sum aðrir skipabólkar at flyta ónýttar

fiskidagar millum ár.

7. Góðu broytingarnar eiga at verða varðveittar

SÚF tekur undir við, at tað verður sjálvboðið at flyta úr bólki 5B upp í 5A, og at bátaeigarar í

5A kunnu varðveita sítt fiskiloyvi, tá teir endurnýggja sítt fiskifar.

Útróðurin skal hava tryggar og varandi karmar

SÚF ynskir góðar umstøður fyri bæði bólk 5A og 5B. Tað eigur ikki at vera ein mótsetningur

millum hesar báðar bólkarnar.

Endamálið má vera at skapa eina einfalda og vælvirkandi skipan, sum gevur útróðrarmonnum

tryggar og varandi karmar, uttan mun til, hvør situr sum landsstýrismaður.

Útróður hevur í øldir verið ein týdningarmikil partur av føroyska samfelagnum. Vit eiga at

tryggja, at hann eisini verður tað hjá komandi ættarliðum.

SÚF vónar, at landsstýrismaðurin tekur viðmerkingarnar hjá felagnum til eftirtektar, og at vit

í felag kunnu finna eina góða loysn, áðrenn kunngerðin verður sett í gildi.

Suðurstreymoyar Útróðrarfelag (SÚF)

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hvussu leingi klár­ar før­oyska heilsu­verk­ið seg utt­an veit­ing­ar úr útlondum?

14 minuttir síðan
Tíðindi

Tangaskip sokkið við Ibiza

21 minuttir síðan
Tíðindi

Dagføring: Tríggir sjómenn sjólátnir tá Jökull sakk

39 minuttir síðan
Tíðindi

Eingin kommunu­lækni í sunn­aru helvt í Suðuroynni

46 minuttir síðan
Tíðindi

Tunnilsstjórin: Sam­an­legg­ing spar­ir í mesta lagi eina hálva millión

1 tími síðan
Tíðindi

Nú fæst aftur øl og vín í Suðurgrønlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta mamman er krýnd Miss Universe

2 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðsloysið óbroytt á 0,9 prosentum í oktober

2 tímar síðan
Ítróttur

KÍF kløkkaði Fleyr, sum kom fyri seg og vann

3 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

3 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Barcelona-GOG beinleiðis á TV3

3 tímar síðan
Tíðindi

Jökull fiskaði svartkalva tá ið neyðarkallið varð sent

9 tímar síðan