info
Ongi úrslit

Systir Harald kong av Noreg deyð – gjørdist 94 ár

Norska prinsessan var eldri systir Haraldur kong og hevði í áratíggju ein týðandi leiklut í kongshúsinum. Hon doyði í dag, 94 ára gomul.

Astrid prinsessa vitjaði Slotskapellið 2. september eftir deyða Haralds kong. Fríggjadagin doyði hon sjálv, 94 ára gomul. Mynd: Øivind Möller Bakken, Det kongelige hoff
Eirikur Lindenskov
52 minuttir síðan

Astrid prinsessa av Noregi er deyð.

Tað boðar norska kongshúsið frá í einari tíðindafráboðan í dag. Prinsessan gjørdist 94 ár.

Astrid var eldri systir Harald kong, sum nýliga doyði. Kongshúsið hevur gjørt av, at flaggað verður á hálvari stong frá slotssvalanum í dag og jarðarferðardagin.

Í einari heilsan minnast tey fimm børnini mammuna fyri kærleika, vísdóm, hita og gott skemt. Tey vísa eisini á, at hon altíð var ein trúgvur stuðul hjá pápanum, Olav kongi, og beiggjanum, Harald kongi. Tað sæst í fráboðanini frá kongshúsinum.

Fekk stóra ábyrgd sum 22 ára gomul

Astrid Maud Ingeborg varð fødd 12. februar 1932. Foreldrini vóru Ólavur, sum seinni gjørdist kongur, og Märtha krúnprinsessa.

Tá mamman doyði í 1954, fekk Astrid bert 22 ára gomul leiklutin sum fyrsta dama Noregs. Hon røkti hesa uppgávu í 14 ár, til Sonja tók við eftir brúdleypið við Haraldi í 1968.

Hesi árini umboðaði Astrid Noreg og kongshúsið bæði heima og uttanlands. Hon var millum annað vertinna við stórar døgurðar á Slottinum og fylgdi kongi á almennum vitjanum, sambært lýsingini hjá kongshúsinum av virksemi hennara.

Flýddi undan krígnum

Astrid vaks upp á Skaugum saman við eldru systrini Ragnhild og yngra beiggjanum Haraldi.

Tá Týskland hertók Noreg í apríl 1940, flýddi hon saman við mammuni og systkjunum til Svøríkis og síðani til USA. Har búðu tey undir krígnum, til tey kundu venda aftur til Noregs í juni 1945.

Í 1961 giftist hon við Johan Martin Ferner. Tey fingu fimm børn. Maður hennara doyði í januar 2015.

Prinsessan hevði eisini stóran áhuga fyri ítrótti og var ofta at síggja í Holmenkollen, har hon fylgdi skíðkappingunum. Tað framgongur av ævisøguni hjá kongshúsinum.

Ein stuðul hjá familjuni

Astrid helt fram við almennum uppgávum langt upp í árini. Hon legði serliga dent á umsorgan og á at geva fólki, sum høvdu tað trupult, pláss í felagsskapinum.

Hon stóð eisini á odda fyri minnisgrunninum eftir mammuna, sum stuðlar sosialum og humaniterum átøkum.

Í heilsan síni lýsir Haakon kongur fastrina sum eina heita og skyldurøkna kvinnu, ið var ein týðandi stuðul hjá Haraldi kongi og restini av familjuni.

– Vit lærdu nógv av henni, og hon var ikki bangin fyri at siga frá, sigur kongur í tíðindafráboðanini.

Keldur: Ritzau og norska kongshúsið.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

18 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

20 tímar síðan

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

7 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

3 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

16 tímar síðan

Hevur tú lisið Miðlauppskotið Bárður á Lakjuni?

8 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Serfrøðingur: Vita vit um serligu skúlatilboðini virka?

14 minuttir síðan
Tíðindi

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Jacob Vestergaard: Vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvinnu í Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Mars, Rúmdin  og Spaceport Nordoyggjar

1 tími síðan
Tíðindi

Ólavur Olsen nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla

1 tími síðan
Tíðindi

RTS skal gera brimverjuna til vinnuøkið við Rætt á Toftum

1 tími síðan
Tíðindi

Vatntrupulleikar á Eiði: Borgarar fáa vatn í fløskum

2 tímar síðan
Tíðindi

Steingja Niels Finsens gøtu í eitt samdøgur vegna Slaktið

2 tímar síðan
Tíðindi

Vestergaard: Kósin er sett – Suðuroyggin skal hava fast samband

3 tímar síðan
Tíðindi

Dagsins mynd: Gosið í Anak Krakatau sæst úr rúmdini

3 tímar síðan
Tíðindi

Sløkkiliðsfólk heiðrað

3 tímar síðan
Tíðindi

Russiskt loftálop á Kyiv í nátt

4 tímar síðan