info
Ongi úrslit

Jana og Marita vunnu - Maria og Rakul taptu

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Heri Á. Simonsen
18. november 2026 kl. 20:30

Fýra føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti í kvøld. Tað endaði við tveimum sigrum og tveimum tapum til føroyingaliðini.

Jana Mittún (myndin) og liðfelagarnir í Viborg vunnu á heimavølli ein greiðan 36-28 sigur á Sønderjyske. Í steðginum var Viborg á odda 18-12.

Jana syrgdi fyri átta málstigum. Hon skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir, og hon legði upp til fýra mál.

Viborg er nummar fimm í deildini við 13 stigum.

Liðið hjá Maritu Mortensen, Nykøbing-Falster vann eisini ein greiðan heimasigur. Nykøbing-Falster vann 32-22 á Horsens. Í steðginum var heimaliðið á odda 14-11.

Marita skoraði eitt mál upp á fýra málroyndir, og hon legði upp til eitt mál.

Nykøbing-Falster er nummar trý í deildini við 17 stigum.

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Skanderborg hava higartil tapt 10 av 11 dystum. Í kvøld gjørdist talan um 27-29 tap fyri Ikast, ið var á odda 17-12 í steðginum.

Rakul bjargaði trimum av 20 málroyndum. Kappingarneytin, Else Bøg Hede bjargaði seks av 18 málroyndum.

Skanderborg er saman við EH Aalborg aftast í deildini við bert tveimum stigum.

Liðið hjá Mariu P. Nólsoy, Keypmannahavn tapti á útivølli 26-30 fyri Nordvestjyske. Heimaliðið var á odda 16-10 í steðginum.

Mariu stóð tó fyri einum góðum avriki. Hon skoraði sjey mál upp á átta málroyndir, og hon var toppskjútti hjá Keypmannahavn. Maria legði eisini upp til tvey mál. Maria var eisini sambært hagtølunum mest effektivi leikarin hjá Keypmannahavn.

Keypmannahavn er nummar seks í deildini við 12 stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

10 tímar síðan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

2 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vilja loyva matstovum at flyta inn rúsdrekka

38 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League: Füchse Berlin mátti lúta fyri Aalborg

58 minuttir síðan
Tíðindi

Roykur rekur móti bygdini á Skála

1 tími síðan
Tíðindi

Jacob Vester­gaard vil kanna regl­ur um kapp­bjóð­ing við húsa­sølu

2 tímar síðan
Hondbóltur

Stóra Bretland á vitjan

2 tímar síðan
Fótbóltur

Rói flytur yvir um fjørðin

2 tímar síðan
Tíðindi

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: FM í skúlatalvi við Tjarnir

2 tímar síðan
Fótbóltur

ÍF fær útlendskan málverja

2 tímar síðan
Tíðindi

Vivian Sjóðklett við barnasangi

3 tímar síðan
Tíðindi

42 fráboðanir um ill­gruna um hjá­árin eftir koronu­kopp­seting

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur Á handil latin upp í Norðragøtu

5 tímar síðan