Matstovur og onnur skeinkistøð skulu kunna bíleggja rúsdrekka úr útlondum uttan at fara um Rúsdrekkasølu Landsins. Tað er høvuðsinnihaldið í einum uppskoti um at broyta rúsdrekkalógina, sum Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang løgdu fram á Løgtingi 18. november. Tingmálið
Sambært uppskotinum kunnu tey, sum hava skeinkiloyvi, søkja Loyvisnevndina um innflutningsloyvi. Nevndin kann seta treytir, og innflutt rúsdrekka kann bara skeinkjast á staðnum, sum skeinkiloyvið fevnir um.
Í samgonguskjalinum verður nevnt, at matstovuvinnan skal kunna flyta vín og øl beinleiðis inn. Lógaruppskotið fevnir um rúsdrekka sum heild. Uppskotssetararnir vísa á, at ferða- og matstovuvinnan hevur biðið um henda møguleikan, og meta, at hann kann geva gestunum betri úrval. Smásølan til brúkarar verður framvegis skipað sum einkarsøla.
Føroyskir framleiðarar kunnu selja beinleiðis
Uppskotið gevur eisini føroyskum rúsdrekkaframleiðarum møguleika at selja egna framleiðslu beinleiðis til skeinkiloyvishavarar. Í viðmerkingunum verða eitt nú nevnd øl sterkari enn 5,8 prosent, vodka og gin. Endamálið er at geva skeinkistøðunum sama møguleika at keypa beinleiðis frá føroyskum framleiðarum sum frá útlendskum.
Rúsan kann missa inntøkur
Uppskotssetararnir vænta, at Rúsdrekkasølan missir nakað av inntøkunum, men siga, at ilt er at meta um, hvussu nógv skeinkistøð framvegis fara at bíleggja gjøgnum Rúsuna. Í viðmerkingunum verður lagt upp til at lækka avlopskravið hjá Rúsdrekkasøluni niður í umleið fimm prosent av søluni og samstundis tillaga rúsdrekkagjøldini. Endamálið við tí er at varðveita inntøkurnar hjá landskassanum og prísstøðið í Rúsuni.
Uppskotið leggur eisini upp til, at vanligir handlar aftur kunnu selja spritt, sum ikki er drekkiligt og bert er ætlað til reinføri ella líknandi endamál.