Nógv fólk hava verið framvið nýggja handlinum síðani hann opnaði í morgun.
Nýggi handilin er eitt týðandi framstig fyri Norðragøtu og alla Eysturkommunu. Við nýggja handlinum hava borgarar í kommununi fingið ein stóran og nútímans matvøruhandil við einum munandi størri og fjølbroyttari vøruúrvali og góðum parkeringsmøguleikum, sum er á støði við aðrar stórar matvøruhandlar í landinum. Fyri borgarar í kommununi, barnafamiljur og eldri kann tað lætta um at hava møguleika at avgreiða øll síni viðurskifti sama stað.
-
©
Handilin er eisini væl staðsettur hjá teimum mongu, sum dagliga ferðast framvið Norðragøtu, ið lætt og ómakaleyst kunnu steðga á og gera síni innkeyp á leiðini.
PE í Norðragøtu, sum vit kenna gamla handilin við Ánna, hevði opið fyri seinastu ferð sunnudagin 15. november.
Zsuzsanna Nagy, sum í nógv á hevur verið handilsleiðari í PE í Norðragøtu, er handilsleiðari í nýggja Á handlinum í Gøtu.
Handilin hevur opið mánadag – leygardag kl. 7.00 – 22.00.