Sløkkiliðið á Skála hevur boðað løgregluni frá, at ættin hevur skift, og at roykurin frá eldinum á skipasmiðjuni nú hevur hug at reka niðan móti bygdini.
Løgreglan biður fólk, sum standa og hyggja at eldinum, um at fara av staðnum. Fólk í bygdini verða biðin um at lata vindeyguni aftur fyri ein ordans skyld. Sambært løgregluni er talan um eitt fyribyrgjandi tiltak.
Sløkkiliðið hevur so mikið tamarhald á eldinum, at løgreglan ikki væntar, at hann fer at breiða seg. Tað var nakað fyri klokkan 18, at boðað varð frá, at heldur var í timburgoymsluni á skipasmiðjuni Mest á Skala, tað sum eisini verður nevnd bedingshúsið.